Álvur Ákason fyllir 40 ár

Í ár eru 40 ár liðin, síðani fyrsta bókin um Álv Ákason varð útgivin. Hetta verður hátíðarhildið við framsýningum og nýggjum útgávum av vælumtóktu bókum um Álv

Alfons Åberg gjørdist fyrstu efrð Álvur Ákason í 1988, tá ið fyrsta bókin um hann kom út á føroyskum.

Tá var Alfons Åberg, sum hann eitur á upprunamálinum og á donskum, longu væl kendur í Føroyum. Síðani tá eru 10 bøkur týddar til føroyskt – og fleiri av teimum eru útseldar.

Bøkurnar eru millum tær mest læntu á bókasøvnum í Norðurlondum og eru týddar til 30 ymisk mál.

Fyri teimum, ið ikki kenna Álv, kann hann best lýsast sum ein heilt vanligur smádrongur, sum býr saman við pápa sínum í einari íbúð onkustaðni í heiminum. Hann er ikki stórur, ikki sterkur og honum dámar ikki at klandrast. Men hann er glaður og dámar at arga, og kann eisini blíva illur og øvundsjúkur.

Øll børn kunnu kenna seg aftur í Álvi, og tað er kanska tí, hann er so elskaður, sum hann er. 


Søgur úr gerandisdegnum

Høvundin Gunilla Bergstrøm bæði teknar og skrivar bøkurnar. Hon hevur í samrøðum sagt, at hon er ikki áhugað í at skriva ævintýr, men um veruleikan og gerandisdagin, sum hann er.

- Ongar prinsessur, ævintýr og rúmdarmenn. Ongar lekrar myndir og mest av øllum ongar søtar lygnir. Eg vil skriva sannar søgur um verulig fólk, júst so sum vit eru í gerandisdegnum, skrivar hon á heimasíðuni alfons.se.

Tað kann vera søgur um at sakna ein vin, at ræðast grýlur, og um at jólini eru yvirstaðin. Alt slíkt, sum børn kenna seg aftur í.

Eftirsum tað eru 40 ár, síðan fyrsta bókin varð skrivað er samfelagið nógv broytt - pápi Álv roykir til dømis. Høvundin Gunilla Bergstrøm er ímóti at broyta nakað í bókunum, men eitt er tó broytt. Tað var nevnliga so, at í einari av bóknum vildi Álvur hava okkurt at drekka, tá hann var farin í song. Pápin kom inn við einum glasi av saft, men hetta vildu tannlæknar broyta, eftirsum at saft ikki er gott at drekka, tá børn eru farin til songar. Tí er gula saftin í bókini "Góða nátt, Álvur" broytt til vatn. 


Meira á føroyskum

Ein spurningur, ið ofta verður spurdur, men sum ikki hevur nakað svar er uppá, er, hvar mamman er. Er hon deyð, horvin ella er tað hon, sum sigur frá? Ongin veit!

Higartil eru 25 bøkur um Álv Ákason. Seinasta bókin "Skratta lagom, sa pappa Åberg” kemur í heyst. Bókadeild Føroya Lørarafelags, ið gevur bøkurnar út í Føroyum, hátíðarheldur føðingardagin við at geva tvær nýggjar bøkur um Álv út.

- Vit ætla at geva tvær nýggjar bøkur út: Álvur við styrki-posanum, sum kom í mars (upprunaútgávan kom í Svøríki í fjør) og so ta nýggjastu, sum kemur út í Svøríki og nógvum øðrum londum við í heyst: “Skratta lagom, sa pappa Åberg”. Tað kann eisini vera, at vit fara at geva onkra av teimum eldru út á føroyskum, sum enn ikki eru týddar. Har eru fleiri avbera góðar eftir, sigur Niels Jákup Thomsen, sum øll árini hevur týtt bøkurnar um Álv Ákason.


Fekk føroyskt navn

Navnið Álvur Ákason var tað Jóhan Hendrik Poulsen, ið kom við.

- Eg var um tað mundið á týðaraskeiði á Fróðskaparsetrinum og spurdi Jóhan Hendrik Poulsen, um hann hevði eitt uppskot til føroyskt navn, tí eg helt ikki, at Alfons riggaði á føroyskum. Hann hugsaði seg um eina løtu og skeyt síðan upp, at nevna hann Álv Ákason. Navnið Álvur er ikki so vanligt, men sera fitt, haldi eg, og tí varð svenski Alfons Åberg til føroyska Álv Ákason, greiður Niels Jákup Thomsen frá.


Føroysku bøkurnar um Álv Ákason

1988 Knýt bara, Álvur!

1990 Hvat segði pápi, Álvur?

1995 Tel um grýlur, Álvur

1999 Góða nátt, Álvur

1999 Lumpar tú pápa tín, Álvur

2002 Hvar er Bus-Álvur?

2002 Hvussu víða røkkur Álvur?

2002 Skunda tær Álvur

2006 Álvur og hermannapápin

2012 Álvur við styrki-posanum


Soleiðis eitur Álvur á ymiskum málum

Africaan : Dawie

Arabiskt : Burhan

Brasilia : Alho Åberg

Danmark : Alfons Åberg

Ongland: Alfie Atkins

Iran : Alfons Åberg

Finland : Mikko Mallikas

Frakland : Alphonse

Belgia : Ate Attema

Føroyar : Álvur Ákason

Holland : Alfons Alfrink

Ísland : Einar Áskell

Israel : Alfons

Italia: Alfons Aberg

Japan : Alfons

Lettland : Alfons Obergu

Noregi : Albert Åberg

Romania : Ardom

Serbokroatia : Alfons Åberg

Somalia : Guuled

Spania : Alfonso

Svøríki : Alfons Åberg?

Tigrinja : Alfons?

Turkaland: Alfons Åberg?

Tyskland : Willi Wiberg

Wales : Ifan Bifan