Fyrsti ár 2000 trupulleikin hjá landsstýrinum var baði stórur og álvarsligur. Onki fantilsi vísti seg at vera á nýsamtyktu pensiónslógini hjá samgonguni.
Áðrenn jól bað landsstýrið allar pensjonistar brynja seg við toli, tí ikki gjørdust stundir, at gjalda pensjónina út til jóla. Roknstykkini við giftum pensjonistum, ikki giftum pensjonistum, avlamispensjonistum o.s.fr., høvdu tikið longri tíð enn vantað. Men tær munagóðu hækkingarnar skuldu so koma ímillum jóla og nýggjárs.
Hetta man vera fyrstu ferð, síðani fólkapensjónin varð innførd, at pensjonistar ikki hava fingið lønina áðrenn jól.
Tolin góðfólk, sum okkara pensjonistar eru, settust teir at halda jól við tí stóra í vantu, sum landsstýrið hevði lovað teimum. Lønarhækkingin fór at koma millum jóla og nýggjár. Upphæddin varð víst á sjónvarpsskíggja, so eingin skuldi vera í iva um støddina.
So upprann dagurin, tá ið lønarposin kom. Tað sum ikki hevði verið fyrr, tað bleiv nú.
Tað sum skuldi verða hækkingar, hoyrist at vera blivið til lækkingar.
Okkara pensjonistar eru sum slidnir á nevið. Vita hvørki úr ella inn, og enn minni, hvørjum teir skulu trúgva, Landsstýrinum, Trivnaðarnevndini ella SvF.
Høgra veit ikki,
hvat vinstra ger
Ár 2000 trupulleikin hjá landsstýrinum, sigst vera funnin. Hann er í skattalógini, sum tí má broytast, fyri at fáa peningin at passa. - Heldur ikki ta lógina, vóru stundir at leggja fyri løgtingið, áðrenn ár 2000.
Løgmaður skyldar uppá manglandi floksdisiplin. Løgtingsmaðurin av Sandi sigur, at løgmaður skjýtur við síðuna av, tí hann hevði treytað sær í vár, at landsstýrið longu farna summar skuldi leggja pensjónslógina fyri løgtingið, og ikki uppundir jól. Vit onnur kunnu bara siga- og staðfesta, at ?disse regeres vi af? og soleiðis verða okkara pensjonistar viðfarnir av Føroya landsstýri og samgonguni við túsundáraskiftið.
Hvussu halda tit, at fantilsið verður á øðrum økjum eftir loysingina?
Ein sera avgjørdur og royndur tíðindamaður segði herfyri nakað soleiðis í útvarpsending, at føroyskir politikarar eftir hansara meting ikki fóru at megna at stýra og umsita nakað fullveldi.
Hansara ára longu royndir sum tíðindamaður og eygleiðari (til dømis við Føroya rætt) høvdu eisini sannført hann um, at politiski dunnugarðurin og habilitetstrupulleikin við ein serføroyskan rætt, fór at seta rættartrygdina heilt út av spælinum.
Vit eru helst nógv í Føroyum, sum hava somu áskoðan sum hesin tíðindamaður: At við eini sokallaðari serføroyskari rættarskipan fer tryggleikin ikki at verða hin sami.
Men vit skulu samstundis minnast til, at hetta forar ikki loysingarpolitikarum, at fremja loysingina við eini rættarskipan av hesum slag. Flestu minnast væl tjóðveldisútsagnina ?Heldur dømdur órættvíst á føroyskum, enn rættvíst á donskum?.
Fyrsti ár 2000 trupulleikin við pensiónslógini, man vera góð ábending um, hvat annað føroyingar eisini hava í vantu eftir loysingina.
Edmund Joensen