Veri-Con hevur havt um hendi at projektera høllina og hevur eisini innstillað fyritøkurnar, sum hava sent tilboð inn.
Í samrøðu við Álv Áarstein sigur hann seg harmast almikið, at fólk hava kunnað fingið ta fatan, at Veri-Con hevur fingið eina samsýning uppá 17% fyri projekteringina. Hesum vísir hann aftur og sigur, at hon er bara ein lítil partur av hesum.
Fyritøkan KJ Smíð er misnøgd við, at teir ikki hava fingið jørð, kloakk og betong arbeiðið, tí teir ikki eru limir í Meistarafelagnum, hóast fyritøkan hevði lægsta tilboðið.
Álvur Áarstein heldur hinvegin, at málið hevur tikið eina skeiva vend.
- Eftir lisitatiónina gjørdu vit ta fyrstu innstillingina. Í tí sambandi vendu vit okkum til Meistarafelagið fyri at fáa teirra viðmerkingar um fyritøkurnar. Teir upplýstu okkum, hvør var limur í Meistarafelagnum, og eingin, sum ikki var limur, varð innstillaður, sigur Álvur Áarstein.
Hetta varð gjørt, tí um eitt felag, sum ikki er limur í Meistarafelagnum, fekk arbeiðið, høvdu hini ikki kunnað arbeitt á sama arbeiðsplássi.
- Tað stendur ikki beinleiðis í reglunum, at tilboðsgevarin skal vera limur, men vit kunnu ikki mæla býráðnum til at fara í eina ósemju við Meistarafelagið, sigur Álvur.
Álvur sigur, at trý feløg vóru ikki limir, og tey vórðu ikki innstillað. Síðani hevur Veri-Con ikki gjørt meira við málið. Hesi trý feløgini høvdu øll lægsta tilboðið fyri okkurt av arbeiðunum.
Tað hevur víst seg síðani, at onkur av hesum fyritøkunum, sum ikki var á limalistanum hjá Meistarafelagnum, hevur teknað seg sum lim aftaná og fingið viðurskiftini í rættlag.
KJ Smíð vísir tó á, at annar av monnunum í fyritøkuni, Jóni Durhuus, er limur, meðan hin, Kristen Johansen, ikki er limur.
- Tað var bara Kristen Johansen, sum varð áteknaður á tilboðið, sigur Álvur Áarstein.
- Sjálvt um býráðið hevði tikið av tí samlaða tilboðnum hjá KJ Smíð uppá 9,8 milliónir, hevði tað ikki sloppið undan øðrum útreiðslum í sambandi við arbeiðið, sigur Álvur Áarstein.
? Eg harmist um, at viðgerðin av málinum ikki hevur verið nøktandi fyri okkara part og í onkrum føri beinleiðis misvísandi.
- Tað er fullkomiliga burturvið at ákæra okkum fyri at gera avtalur við aðrar arbeiðstakarar fyri at fáa ein "størri bita av køkuni", sum tikið verður til í greinini, sigur Álvur Áarstein.
Víst verður á, at projektering og eftirlit er sáttmálabundið til ein fastan prís.