Ár at rætta uppaftur

Skaðin, sum hendur er undir læraraverkfallinum, er so stórur, at tað í ringasta føra kann fara at taka ár at rætta hann uppaftur, sigur formaðurin í Tórshavnar Skúlaráð

Tað er eingin ivi um, at tað verða næmingarnir í framhaldsdeildunum, sum verða teir stóru tapararnir í trætuni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, sigur nýggi formaðurin í Tórshavnar Skúlaráð, Jóhan Samuelsen.

Hann óttast fyri, at tað í ringasta føri kann taka ár at rætta upp aftur tann skaða, sum manglandi undirvísingin í vár hevur gjørt.

Jóhan Samuelsen vísir á, at tað eru fyrst og fremst tey, sum framman undan vóru verri fyri, sum kenna ringasta sviðan. Tað eru tey, sum tíma illa í skúla, sum leggja seg aftur, tá eingin nøktandi skúlagongd er kortini. Tey, sum standa framman fyri eini roynd, og annars eru rímiliga væl fyri bókliga, møta, sigur lærarin og formaðurin í skúlaráðnum, Jóhan Samuelsen.

Serliga ringt verður tað hjá teimum, sum skulu til fráfaringarroynd í framhaldsdeildunum. Tey, sum ganga í 10. flokki, eru kanska ikki ringast fyri. Tey eru tryggjað sum so, sigur Jóhan Samuelsen. Hinvegin er nógv verri statt við teimum, sum ætla sær úr níggjunda flokki á studentaskúla ella handilskúla. Tey skulu hava eitt prógv. Og tað skal helst eisini vera rættiliga gott, fyri at sleppa inn. Her verður galið, tá eitt hol upp á 40 dagar knappliga er í undirvísingini. Har er lætt at detta niðurí.

Jóhan Samuelsen hevur onga viðmerking til, hvussu gerast skal við próvtøkurnar, men vísir á, at tey, sum skulu til skrivliga fráfaringarroynd tann 22. mai, eru rættiliga illa fyri. Tað hevur stutt og greitt verið ov lítið undirvíst til, at tey kunna hava neyðuga førleikan.

Formaðurin í Tórshavnar Skúlaráð sigur, at hann er í móti, at Løgtingið leggur upp í og steðgar verkfallinum við lóg. Men hann óttast kortini fyri, at tað verður endin, sum nú sær út.

Tað er eitt samfelt ynski frá øllum foreldrum í landinum, at undirvísingin byrjar aftur beinanvegin, sigur Jóhan Samuelsen. Og hann sigur eisini, at í teimum skúlaráðum kring landið, hann hevur tosað við, er eitt samlað krav, at tað skal setast ein landsstýrismaður at taka sær av skúlamálum í staðin fyri Signar á Brúnni, sum lat málini til eykamannin Høgna Hoydal.

Tað ber yvirhøvur ikki til, at eitt so stórt og týðandi mál, sum øll undirvísingin í fólkaskúlanum, skal vera »bijob« hjá einum landsstýrismanni, sum leggur nógv størri orku í annað mál.