Kortini tykist Jenis av Rana at hava ein leiklut í tí, sum nú fer fram. Teir hóvligu í Tinganesi Teir hóvligu í Tinganesi vilja tað sama sum vit, og tí er tað umráðandi at fullveldisuppskotið verður viðgjørt [...] m harðnar í hvørjum, og nú tykist tað eins og samgonguflokkarnir ikki eru so samdir um fullveldisuppskotið, sum Landsstýrið annars vil vera við. Tá tosað verður um teir hóvligu og teir víðgongdu í Tinganesi [...] valbólk við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, og Jóannes Eidesgaard gjørdist formaður í nevndini. Grundgevingarnar hjá Jenis av Rana, fyri at bróta hesa avtalu er, at hann er ónøgdur við arbeiðið
verður tað eg sjálvur, sum skipi fyri kappingini, men eg haldi tað vera eitt gott hugskot, at vinnandi liðið fær sum uppgávu at skipa fyri árið eftir, sigur Hans Guðmundsson og leggur afturat, at tað ikki [...] ikki stendst so nógv stríð av at skipa fyri eini tílíkari kapping, og at tað tí ikki skuldi verið nakað í vegin fyri, at feløgini átaka sær at skipa fyri komandi árini. Ætla at skipa fyri endaveitslu Ein [...] lið, og tí verður sum vera man bert ein dystur. Hjá monnunum verða tríggir dystir, og vinnarin verður tann, sum fær flest stig. Dystirnir skulu avgerast, og tað verður gjørt á tann hátt, at um tað stendur
oktober. Tað eru framvegis pláss eftir bæði við skipinum og við flogfarinum, og kenna vit føroyingin rætt, so er einki at ivast í, at tey verða fleiri, sum fara at taka avgerð um at fara við, sum tað fer at [...] upphæddirnar verið smáar, og verður hepnið ikki størri, tá lutur næstu ferð verður kastaður, so kann tað væl vera, at neyðin fer at hava við sær, at FSF í stórum álvara fer at umhugsa at steðga altjóða luttøkuni [...] ymiskir, og tað eru teir eisini við Norrønu. Tað veldst um, hvussu ferðafólkið ynskir at ferðast, og so er tað sjálvandi sera ymiskt, hvussu nógv tey ferðandi brúka umborð á skipinum og í flogfarinum, og meðan
skilast sum at fólkaflokkurin, sum vit alla tíðina hava vitað, ikki er líka loysingarhugaður sum tjóðveldisflokkurin, nú ger eina fyrstu roynd at leggja sjógv millum seg og tjóðveldið, og at Jenis og Miðflokkurin [...] ætlanum og gerðum. Soleiðis eigur demokratiið at fungera. Tí er tað eftir okkara tykki ein sera óhugnaligur og ódemokratiskur andi, sum nú er við at breiða seg kring Jenis av Rana. Ístaðin fyri at virka [...] eru so frammaliga, hevur tað týdning fyri alla ta politisku og demokratisku viðgerðina, at bæði samgonga og andstøða hava ávirkan. Javnaðarflokkurin er so mikið stórur flokkur og hevur havt so mikið stóran
Jugoslavia og í Eysturríki. Og Allan Simonsen hevur ikki ætlanir um at gera tær stóru broytingarnar á landsliðnum. HB venjarin gav í Ítróttarsosialinum fyri nøkrum vikum síðani venjaranum tey ráð, at hann skuldi [...] men tað hevur venjarin ikki gjørt. Broytingin frá dystinum móti Kekkia fyri trimum vikum síðani er, at Jan Dam, sum undan fráferðini til Bosnia 20. august gav avboð, er komin upp í part aftur, og at Jákup [...] skaddur og hevur ikki spælt við B68 tær seinastu vikurnar. Allan Simonsen hevur úttikið Jan Allan Müller bæði til Bosnia ferðina og til heimadystin móti Kekkia, men Jan Allan hevur givið avboð, og í útvarpinum
hattinum, tá tað í morgin verður drigið um, hvussu liðini skulu hittast í øðrum umfari. Á útivølli í Sofia vann FCK 2-0, og tað átti at verið góður førningur at havt við sær inn á heimavøllin. Men tað er einki [...] men megnaði ikki at skora. So er at vóna, at tað gongst betur í kvøld. Fyrri dysturin móti bulgarska liðnum varð allur sum hann var vístur í Eurosport, men tað vita vit einki um, at tann í kvøld verður [...] Todi Jónsson og hinir í FCK aftur í eldin. Tað er seinna royndin í fyrsta umfarinum í Europa Cup fyri steypavinnarar, sum tað snýr seg um. Levski Sofia er komið til Keypmannahavnar, og gongur tað ikki heilt
verður til nakað, men ásannar, at neyðugt er longu nú at fara út og fáa fígging. Tað er eisini hansara vón, at tað ber til at fáa fígging til eitt slíkt tiltak. Áskoðari og leikari hittast Hóast hetta enn [...] á ein hátt, har áskoðari og leikari hittast, áðrenn leikur fer fram, og á tann hátt onkursvegna vara av hvørjum øðrum í tí søgu, sum fer at verða søgd frá á palli um seinastu 10 árin í Føroyum. Søgan verður [...] tolir broyting, og hvat vit vilja varðveita, sum hon málber seg. -Tað skjótt koyrandi nýggja digitala samfelagið eigur møguliga at steðga ferðini, og vit fara at seta okkum sum mál at vera meira menniskju
henda spurningin, og so mugu vit halda okkum til teirra sjónarmið, tí tað eru tey, sum telja. Kappingarnevndin sigur, at um B68 vinnur móti EB/Streymi, so fara B68 og TB upp, og B36 og KÍ niður. Um B68 [...] verður nú leygardagin og tann á Eiði annan leygardag. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at B36 er flutt niður úr 3. deild, at KÍ sleppur undan niðurflyting, um B68 tapir móti EB/Streymi, og at KÍ skal spæla um [...] EB/Streymi, so fer TB upp og B36 niður. Í tí førinum kann B68 ikki flyta upp úr 4. deild, tí teir hava frammanundan lið í 3. deild, og so sleppur KÍ undan niðurflyting. Hetta vil eisini siga, at tað er avgjørt
dag er so at fara til Noregs at taka hesi skeið, og tað er greitt, at kemur ikki gongd á hetta málið, so mugu teir føroyingar, sum í desember hava lokið grundskeið í boring, av landinum fyri at taka eitt [...] eitt trygdarskeið. Tað fer at kosta ikki so lítið. Og tá er grundtankin við at útbúgva seg í Føroyum ikki so heilur longur. Spurningurin liggur nú hjá myndugleikunum um at taka eina avgerð um, hvar ein slík [...] Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Samtakið hevur til endamál at stíla fyri útbúgvingum, sum geva førleika hjá skeiðluttakarunum at arbeiða innan oljuvinnuna. Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur verið arbeitt
m, og tá tosaði hann m.a. við norska starvsbróðurin, sum helt fyri, at føroyingar eiga at vera sera varnir, tá talan er um at fara í gongd við eina oljuvinnu. Tað ber t.d. ikki uttan víðari til at samanbera [...] mun slíkur skattur fer at verða brúktur. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri hevði herfyri fund við bólkin, sum arbeiðir við kolvetnisskattalógini og er hann væl nøgdur við tað arbeiði, sum er gjørt higartil [...] Hansen sigur, at tað eisini er ein spurningur, hvussu vit frægast stýra øllum útviklinginum, og her eru nógvir spurningar at taka støðu til, ikki minst tá talan er um skatting. Hann sigur, at oljufeløgini