Todi aftur í kvøld

Fótbóltur: Tað gongur betri hjá FCK í Europa Cup, enn tað ger í landskappingini

Í kvøld klokkan 18.05 skulu Todi Jónsson og hinir í FCK aftur í eldin. Tað er seinna royndin í fyrsta umfarinum í Europa Cup fyri steypavinnarar, sum tað snýr seg um.

Levski Sofia er komið til Keypmannahavnar, og gongur tað ikki heilt av skriðuni hjá FCK, so er teirra navn við í hattinum, tá tað í morgin verður drigið um, hvussu liðini skulu hittast í øðrum umfari.

Á útivølli í Sofia vann FCK 2-0, og tað átti at verið góður førningur at havt við sær inn á heimavøllin.

Men tað er einki at liggja omaná, at tað gongur einki serligt hjá FCK. Millum viðhaldsfólkini, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð góvu sína stóru misnøgd til kennar við rópum og bríkslum, tá dysturin móti Aarhus Fremad var liðugur, verður byrjanin til hetta kappingarárið sammett við gongdin fyri tveimum árum síðani, tá FCK heilt fram til endan av kappingini stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting.

So illa hevur ikki gingið hjá FCK, men tað var eitt stórt vónbrot, at teir á heimavølli ikki megnaðu meiri enn 2-2 móti Aarhus Fremad. FCK hevur tríggjar tær síðstu ferðirnar í landskappingini bara fingið eitt stig, og tað er alt annað enn nøktandi fyri eitt felag, sum vil vera við í toppinum.

Todi Jónsson hevði ein góðan møguleika, tá bara tveir minuttir vóru farnir móti Aarhus Fremad. Hann fekk ein rennibólt, men megnaði ikki at skora. So er at vóna, at tað gongst betur í kvøld. Fyrri dysturin móti bulgarska liðnum varð allur sum hann var vístur í Eurosport, men tað vita vit einki um, at tann í kvøld verður. Men hæddarpunktini verða at síggja í Eurosport seinni í kvøld.


Jákup bestur

Onkur hevur tikið til, at Jákup Mikkelsen spælir betri í Sosialinum, enn hann ger í superliguni. Hvussu tað er við tí, eru vit ikki teir røttu at meta um, men síðsta vikuskifti spældi landsliðsmálverjin betri í superliguni, enn hann gjørdi í Ítróttarsosialinum.

Sambært umrøðuna í donsku bløðunum, so var Jákup Mikkelsen klárt besti maður hjá Herfølge, tá teir taptu 1-0 á útivølli móti AB. Um hann ikki hevði spælt so væl, so hevði AB vunnið ein størri sigur. Teir høvdu í hvussu so er møguleikar til fleiri mál, verður sagt.