lig kortini. Ein dagløn á landi er einar 670 krónur. Í miðal er daglønin til manningina umborð á einum rækjutrolara er ikki meiri enn 967 krónur alt í alt. Tað er góð 44% meiri enn ein dagløn fyri [...] fiskidagar. Hetta er ein misskiljing, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at lógin er, sum hon er, men lógin gevur landsstýrismanninum heimild at regulera hesi viðurskifti í kunngerðum. Og tað er kunngerðin um [...] Tað ber ikki til nú at siga, hvat fer at henda um eitt ár. Og vit hava í hvussu so er ikki avtalað, hvat skal henda. Tá ið skattalættin til fiskimenn var til viðgerðar í tinginum, róku løgtingsmenn
tí er hann koyrdur frá. Grundgevingarnar fyri hesum eru í brævinum til landsstýrismannin«. Hesi orð er løgmaður Edmund Joensen endurgivin fyri at siga í Sosialinum leygardagin 6. desember. Hvat er fullgott [...] fullgott og hvat er ikki. Skal ein døma eftir tí innihaldi sum er í brævinum til undirritaða, so eru tað tvey fyribrigdi, sum kunnu koma undir hetta heiti. Tað fyrra, tað er hjá einum landsstýrismanni at [...] nglimir. So tað er eingin ivi um, at málið er viðgjørt politiskt í landsstýrinum, áðrenn tað er farið út til samgongutinglimir. Í brævinum verður eisini klárt undirstrikað, at talan er um at málið skal
at studningurin í dag er væl minni, enn hann var fyrr, men hann er enn ógvuliga stórur, og hann er nú aftur vaksandi. Á fíggjarlógini fyri 1997 sæst, at játtan til fiskivinnumál er 237 milliónir krónur [...] vaksandi nýtslu. Ringt er at meta nágreiniliga um hetta. Hesin spurningur er í verandi støðu eisini minni týdningarmikil, tí tað sum umræður er, at landskassin við hesum tiltaki er við at seta meira ferð [...] verk. Studningurin er aftur vaksandi Samfelagsfrøðingurin sigur, at tað hevur verið breið semja millum búskaparfrøðingar - og seinnu árini eisini politikarar - um, at studningur er ósunnur. Studningurin
at Føroya Banki er førur fyri at gjalda upphæddina, er jú tekin um framgongd í Føroyum. - Onnur gleðilig hending er, at tað nú er yvirskot á handilsjavnaðinum, men ikki minst gleðiligt er tað, at arbeiðsloysið [...] so lág,sum hon er nú. - Tí er vandin fyri búskaparligari afturgongd stórur. Tað skal eisini takast við, at almenna skuldin er ógvuliga stór. Í einhvørjum landi við so stórari skuld, er tað náttúrligt at [...] vinnuligu menningina í Føroyum. - Eitt er at tryggja eitt forsvarliga fisktitrýst, annað er er at fáa ein fiskiflota, sum í stødd svarar til veiðumøguleikarnar. Triðja er at hava kappingarføran fiskiídnað,
Tá okkurt er galið við eini lóg, eiga vit at broyta hana. »Tað er skeivt bara at blaka lógina um inntøkutrygd burtur fyri eina nýggja, áðrenn verandi lóg hevur fingið høvið at vísa, hvat hon dugir,« sigur [...] Útróðrarmanna. Hann sigur, at arbeiðið við at kanna verandi lóg og finna og bøta um brekini í henni er ongantíð gjørt. Ein nevnd varð sett at endurskoða lógina. Tann nevndin kom ikki við nøkrum tilmæli [...] varð lagt fyri landsstýrismannin, varð tað bara kveistrað burtur, tí hann hevði okkurt annað. »Slíkt er skeivur arbeiðsháttur,« sigur Chris Jan Michelsen. »Tað ber ikki til fyrst at seta eina nevnd og síðan
Ferðslutrygd spyr, hví støðan er, sum hon er. ? Er atvoldin ungdómsins lættsinni og ovfarakæti? Ella vantandi ábyrgdarkensla og vantandi virðing fyri reglum og lógum? Er atvoldin ótamda tráanin eftir spenningi [...] ÐURIN Enn hevur sjeymílamaðurin ikki malið okkum so upp í meldur sín, at vit ikki vita, hvat er upp, og hvat er niður. Men hvussu laga vit okkum eftir hansara larmandi stempulsløgum, hansara heilavillandi [...] koyra fleiri ferðir skjótari enn tað, ið ráðiligt er - so er tað, tá ið saman um kemur, tú, ið stýrir bilinum - títt vit og skil, ið skal ráða. ? Ábyrgdin er tí altíð tín, sigur Jón Kragesteen. ? »Síðsta skríggj«
pragmatikari og tí eisini opportunistur sum í hesum landi gongur, og er tí einfalt ikki førur fyri at vera í nøkrum parti politiskt. Hann er kanska bæði klókur og annað gott, men hansara hugburður ger, at hann [...] eg hana sum eina av teimum djørvu í tinginum. Ingeborg er tann einasti tinglimurin, sum kennir tað sum sína skyldu at verja tey lægstløntu, og hon er eisini tann einasta, sum torir at gera tað. Og hetta [...] veit eg ikki. Men eg veit, at Óli Jacobsen er ikki altíð á barrikadunum, tá hann eigur at vera har. Hvør var atburður hansara undir sjómannaverkfallinum. Hvat gjørdi hann miðskeiðis í 80?árunum, tá trolararnir
Men talan er um rein kávalæti, og tað áttu stjórnarleiðararnir Edmund og Nyrup at hildið seg ov góðar til. Ein vitjan her og nú er bæði óhóskandi og ósømilig, tí timingin er so út av lagi. Og hvat eru hesir [...] kalla tað illgitingar. Tað mugu tey um. Men eg haldi, at tað er vorðið Føroya fólki púra greitt, at eitt myrkaspæl er farið fram, og at stundin nú er komin til, at hetta steðgar eina ferð med alla. Valár hjá [...] ábreiðslur fyri hetta. Nyrup er sum ein afturlatin ostra. Ein Føroya-ferð kann broyta myndina av manninum, nú ið stundar til val í Danmark. Men tað er ikki bara í Danmark, at val er í hendi. Edmund byrjaði
ringasta ið kann henda ríkisfelagsskapinum er, at vit bara lata standa til, sum var eingin trupulleiki til, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at hetta er skilagott støði at samtala út frá, hóast hann [...] sannleikan upp í eyguni, sigur Jónnes Eidesgaard. - Vit fara, ið hvussu so er, á fund við Nyrup, og vit fara at siga honum, hvat vit hugsa og halda, og tað verður ikki smávegis. Vit hava nógv at finnast [...] málsetning, ið annars er einasta amboðið vit hava, sigur Jóannes Eidesgaard. - Tí fara vit á fund við Nyrup, so vit kunnu tosa okkum til rættis. Hóast tað ivaleyst ikki verður so hugaligt, so er neyðugt at vit
?Og eg haldi ikki, at tað er rætt at slaka nú. Sigurd Poulsen sigur, at vøksturin í búskapinum var eini 8-9% í fjør, og tað er øgiliga stórur vøkstur. Í ár er vøksturin er eitt sindur minni. Men búskapurin [...] Sigurd Poulsen, er ógvuliga ivingarsamur um ætlanirnar at geva fiskimonnum skattalætta. Hann sigur, at samfelagsbúskaparliga er tað ikki klókt at geva skattalætta nú, uttan at taka tað innaftur onkra aðrastaðni [...] siga akkurát, hvussu tað fer at ávirka búskapin. Men er ætlanin at geva ein skattalætta, uttan at taka hann innaftur frá øðrum samfelagsbólkum, er tað ikki búskaparliga skilagott fyri, sigur landsbankastjórin