Serliga eru tað ungir menn sum doyggja í ferðsluni

? Er atvoldin ótamda tráanin eftir spenningi - ella kanska kærleika? Ella er hon trongdin at vísa seg, og tað serliga hjá ungum monnum? Spyr leiðarin á Ferðslutrygd, Jón Kragesteen. Í gjár gav Ferðslutrygd út fløguna »Síðsta Skríggj« - sum lið í herferð móti ferðsluvanlukkum

? Av øllum fólkatalinum í Føroyum er ein sjeyndipartur millum 15 og 24 ár

? Men hesin sjeyndipartur eigur meira enn ein triðing av teimum, sum eru deyð í ferðsluni

? Serliga eru tað ungu menninir, sum verða raktir: teir umboða meiri enn tveir triðingar av teimum, sum deyð eru í ferðsluni í sama aldursbólki.


13 ferðsluløg

Soleiðis kundi verið hildið fram at reksa upp úr hagtølum, eygleiðingum og frágreiðingum. Men hvussu víkur og vendir, so mugu vit staðfesta, at eins og í øðrum londum eru í Føroyum ungfólk uppi í bróðurpartinum av ferðsluvanlukkunum - og serliga teimum álvarsomu, sigur Ferðslutrygd í heftinum, sum givið er úr saman við nýggju fløguni, Síðsta Skrígg.

Á fløguni Síðsta Skríggj eru 13 løg, sum Uni Arge hevur yrkt. Tónasmiður er Jóhannus á Rógvu Joensen og eru tað sangaranir, Malan Eyðunsdóttir, Unn Paturson, Margreta Poulsen, Rókur Jakobsen, Karl Martin Samuelsen, Róðin S. Nielsen og Kim Hansen, ið leggja røddir til løgini.


Ein einsamalt svar

Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd spyr, hví støðan er, sum hon er.

? Er atvoldin ungdómsins lættsinni og ovfarakæti? Ella vantandi ábyrgdarkensla og vantandi virðing fyri reglum og lógum? Er atvoldin ótamda tráanin eftir spenningi - ella kanska kærleika? Ella er hon trongdin at vísa seg, og tað serliga hjá ungum monnum?

Einki einsamalt svar er til spurningin, tí at atvoldirnar kunnu vera so mangar.


Bara fløgan kann bjarga einum fólki?

Fløgan Síðsta skríggj viðger hesi evni, og verður eisini komið inn á avleiðingarnar av syndarligu vanlukkunum: sorgina og saknin hjá teimum, sum missa, - innistongsilin hjá teimum, sum fáa brek fyri lívið - og kenslan av høpisloysi, sum situr eftir, tá ið ungar mannalagnur fara í sor av skilaleysum atburði. Á fløguni verður eisini nortið við rúsdrekkakoyring og tvístøðauna hjá foreldrum, ið sita heima og óttast, at børnini ongantíð kom aftur.

Jón Kragesteen sigur, at ætlanin við fløguni er, heldur enn at koma við lyftum fremstafingri, at tala til vitið og skilið og vísa á ræðuligu avleiðingarnar, sum ferðsluvanlukkur kunnu hava við sær. Tí hóast vit hava breiðar og góðar vegir og bilar, sum kunnu koyra fleiri ferðir skjótari enn tað, ið ráðiligt er - so er tað, tá ið saman um kemur, tú, ið stýrir bilinum - títt vit og skil, ið skal ráða. ? Ábyrgdin er tí altíð tín, sigur Jón Kragesteen.

? »Síðsta skríggj« siga vit, tá ið vit tosa um tað nýggjasta og smartasta. Latum okkum halda okkum til henda týdning av hesi tvítýddu málisku - og ikki til stíðsta skríggj í ferðsluni, sigur Jón Kragesteen.

? Kunnu vit við hesi fløgu bjarga bara einum mannalívi - ella bara sleppa einum undan at sita restina av lívinum í rullistóli, so var henda fløgan ikki til fánýtis?


---------------

SJEYMÍLAMAÐURIN

Enn hevur sjeymílamaðurin ikki malið okkum so upp í meldur sín, at vit ikki vita, hvat er upp, og hvat er niður. Men hvussu laga vit okkum eftir hansara larmandi stempulsløgum, hansara heilavillandi maskinsnildi, hansara flogførum, ið leggja sínar lýsandi slóðir eftir himni, hansara sálarandstygd og andligu armóð, hansara tekniska heiðinskapi og materialistisku skurðgudadýrkan


Jens Pauli Heinesen