»Sámal Petur í Grund hevur sum landsstýrismaður ikki umsitið sítt málsøki á fullgóðan hátt og tí er hann koyrdur frá. Grundgevingarnar fyri hesum eru í brævinum til landsstýrismannin«.
Hesi orð er løgmaður Edmund Joensen endurgivin fyri at siga í Sosialinum leygardagin 6. desember.
Hvat er fullgott og hvat er ikki. Skal ein døma eftir tí innihaldi sum er í brævinum til undirritaða, so eru tað tvey fyribrigdi, sum kunnu koma undir hetta heiti.
Tað fyrra, tað er hjá einum landsstýrismanni at venda sær til andstøðuna, tá meiriluti ikki kann finnast innan samgonguna.
Tað skal eingin ivi vera um, at undirritaði er fullsamdur við løgmann um, at tað ikki er arbeiðsháttur, sum eigur at verða góðtikin, um ein landsstýrismaður fer út um samgonguna við málum, sum hann ikki fær gjøgnumført í samgonguni.
Men tá undirritaði á ongum sinni hevur nýtt henda arbeiðshátt, ella hevur havt tað í umbúna, so heldur henda grundgevingin ikki.
Hitt fyribrigdi, sum kann gera seg galdandi, er málsviðgerðin, áðrenn farið blívur út til politisku flokkarnar og almenna umrøðu.
Her eri eg heldur ikki so ósamdur við løgmann. Løgmaður vísir á, at viðgerðin má byrja í landsstýrinum fyri síðan møguliga at fara yvir samgongufund, út til politisku flokkarnar til støðutakan.
Vit, sum upplivdu at vera í løgtingssalinum undir fíggjarlógarviðgerðini, máttu standa model til, at løgmaður tók undir við kritikarunum av arbeiði landsstýrismanna, ja enntá so langt, at løgmaður fyri opnari mikrofon helt fyri, »at tað kundi ikki verða soleiðis at løgmaður skuldi skifta blæur á landsstýrismonnunum.
Landsstýrismenninir skuldu undir nýggju stýrisskipanarlógini sjálvir tryggja sær uppbakning í baklandi sínum, fyri tí teir fyrislógu«.
Sjálvandi eigur ein lands-stýrismaður at taka til eftirtektar tað sum løgmaður sigur.
Tunnilsviðgerin
Hetta gjørdi undirritaði í sambandi við tunnilsgerð undir Vestmannasundi. Eftir at hava verið í Íslandi í juni mánað, í mentanarørindum, og í hesum sambandi saman við øðrum, verið undir Hvalfjørðinum og eygleitt tunnilsgerðina, greiddi undirritaði heimafturkomin frá hesum landsstýrisfundi, og legði afturat, at landsverkfrøðingurin fór at blíva biðin um at dagføra projektið frá 1988.
Í brævi til landsstýrismenn og løgmann dagfest 30. oktober, og lagt til kunningar á politiskum landsstýrisfundi, verður greitt frá, at prísirnir á pro-jektinum eru dagførdir og eru lagdir við sum grundarlag undir framhaldandi kjakið.
Á politiskum landsstýrisfundi mánadagin 17. november kunnaði undirritaði landsstýrið um, at ætlanin var at gera uppskotið soleiðis, at tað bleiv eitt partafelag, sum tók sær av at byggja og reka undirsjóvartunnilin.
Á landsstýrisfundi 24. november boðaði løgmaður frá, at hann hevði ikki givið tilsøgn til at byggja tunnil undir Vestmannasundi.
Hósmorgun 27. november sendi undirritaði so nógv umtalaða brævið, dagfest 25. november, út til samgongutinglimir.
So tað er eingin ivi um, at málið er viðgjørt politiskt í landsstýrinum, áðrenn tað er farið út til samgongutinglimir. Í brævinum verður eisini klárt undirstrikað, at talan er um at málið skal aftur á landsstýrisfund, um tað skal gjøgnumførast.
So hetta seinna fyribrigdið yvirlivir heldur ikki sum fullgott.
Fullgóður
Bert á einum sinni er undirritaði gjørdur varur við, at løgmaður ivaðist í um undirritaði røkti sítt starv á fullgóðan hátt.
Hetta hendi í Helsinki í november mánaði. Eitt bræv frá danska statsministeriinum var komið at liggja á borðinum í kamarinum. Hetta bræv var undirskrivað av einum sum kallaði seg »ministersekretær«.
Hesin »sekreterurin« skrivaði, at Poul Nyrup Rasmussen hevði heitt á hana, um at bjóða undirritaða og restini av tí føroyska fylginum til »en drink«.
Poul Nyrup Rasmussen er persónur, sum ikki tekur av invitatión til Føroya, tí hann ræðist okkum.
Undirritaði føldi onga trongd til at taka av invitatiónini, harumframt kan »en drink« slettis ikki freista meg.
Tá undirritaði so, sum tann einasti av teim politisku umboðunum, helt seg burtur, fekk undirritaði frá løgmanni at vita, at hann nú mátti fara at kanna hvat tað er at vera fullgóður.
Er tað soleiðis, at ein skal gera knæfall fyri Poul Nyrup Rasmussen fyri at vera fullgóður, so vælgagnist tykkum, sum eru tað.
Sámal Petur í Grund