At veita fiskivinnuni stuðul - hesaferð sum skattligan frádrátt til sjófólkið.
Vit hava ikki spurt samfelagsfrøðingin, um tað er rætt ella skeivt at geva sjófólkinum frægari sømdir, men vit vilja hava hann at greina, hvørja ávirkan tað hevur á samfelagið og samfelagsbúskapin, at ein slík skipan verður sett í verk.
Studningurin
er aftur vaksandi
Samfelagsfrøðingurin sigur, at tað hevur verið breið semja millum búskaparfrøðingar - og seinnu árini eisini politikarar - um, at studningur er ósunnur. Studningurin førir við sær ov stórt kapitalapparat - at vit fáa ov stóran flota í mun til tilfeingi. Hetta førir aftur við sær, at fiskastovnarnir verða niðurfiskaðir, og at tað verður ómøguligt hjá reiðarum at fáa eitt nøktandi avkast upp á tær íløgur, sum gjørdar eru í vinnutólini.
? Hetta kann lættliga bera við sær stórt trýst á politisku skipanina um at veita vinnuni enn meira studning, sigur hann.
Í áttatiárunum varð nógv studningur veittur - bæði sum rakstrarstudningur, manningarstudningur, men eisini sum beinleiðis íløgustudningur, við tað at landskassin kom inn og garanteraði.
Nógvar av hesum skipanum eru tiknar burtur, soleiðis at studningurin í dag er væl minni, enn hann var fyrr, men hann er enn ógvuliga stórur, og hann er nú aftur vaksandi. Á fíggjarlógini fyri 1997 sæst, at játtan til fiskivinnumál er 237 milliónir krónur.
? Við hesum sæst, at studningurin framvegis er stórur, og verður ein skattalætti givin vinnuni upp á 40-50 milliónir krónur, so veksur studningurin við hesum.
? Í roynd og veru er talan um stuðul til eina ávísa vinnu. Um stuðulin verður givin á ein hátt ella ein annan hátt, so virkar hann á sama hátt. Hann er ósunnur, tí vit ikki fáa tilpassað kapasitetin við tilfeingið. Við øðrum orðum verður úrslitið tað, at vit fáa ov nógv skip og óneyðuga nógv arbeiðspláss á sjónum.
Til samanberingar vísir samfelagsfrøðingurin á, at í Íslandi fær hvør fiskimaður - ella hvørt bruttotonsið - meira enn dupult so nógv burturúr, sum í Føroyum. Hetta sigur okkum eitt sindur um, at vit hava ov stóran kapasitet í føroyska flotanum.
At veita sjófólkinum skattalætta virkar á sama hátt, sum stuðul til fiskivinnuna.
Útgjaldsskipan
heldur enn frádrátt
Nú hevur verið ført fram undir viðgerðini av hesum skattalógarbroytingum, at tær fara at hava við sær, at kappingarførið hjá fiskivinnuni batnar.
? Men er tað so?
? Kappingarførið hjá fiskivinnuni batnar upp á stutt sikt, tí hon fær betur ráð at kappast mótvegis øðrum vinnum um arbeiðsmegina. Men upp á longri sikt hevur hetta ringa ávirkan, bæði innan fiskivinnuna og búskapin sum heild, tí trýst verður lagt á at fáa eina stóra generella reallønarhækking, tá ið slíkur skattalætti verður givin til ávísan yrkisbólk.
? Landsstýrismaðurin hevur jú sagt, at rentufrádráttur verður lagdur um til útgjaldsskipanir, og sum grundgeving hevur hann sagt, at studningur skal vera sjónligur. Í hesum málinum leggur fíggjarmálaráðharrin upp til at kamuflera studning, við at koyra hann inn sum ein frádrátt - og ikki sum eina útgjaldsskipan.
? Um landsstýrismaðurin í heila tikið skuldi sett hesa skipan í verk - og hildið síni egnu prinsipp - átti hann at gjørt stuðulin sum eina útgjaldsskipan, tí so var hann sjónligur í landskassaroknskapinum.
Samfelagsfrøðingurin heldur, at tað verður vónleyst at rudda upp aftur í hesum málinum um nøkur ár, men var skipanin gjørd sum ein útgjaldsskipan, so vistu øll, hvussu nógv skipanin kostaði - og tá var eingin møguleiki at krógva tað.
Hann heldur, at tað er eitt sunt og gott sjónarmið at hava, at studningar skulu vera sjónligir. Um aktuella skipanin fyri sjófólkið skal gerast - um hon er rationell - so eigur hon at gerast sum ein útgjaldsskipan.
Onkur annar
skal gjalda
Millum føroyskar og danskar búskaparfrøðingar er breið semja um, at vøksturin í búskapinum er stórur. Heldur búskaparvøksturin áfram við líka stórari ferð, verður handilsjavnayvirskotið, sum hevur verið seinastu árini (meðan búskaparvirksemið hevur verið lítið) vent til undirskot.
Skattalættin, sum er ætlaður í uppskotinum, er at meta sum ógvusligt fíggjarpolitiskt tiltak, tí 40-50 milliónir krónur í keypiorku beinleiðis verða lætnar úr landskassanum, uttan at tilsvarandi keypiorka verður drigin inn, annaðhvørt við sparingum á útreiðslusíðuni ella við at hækka skattir og avgjøld annars.
? Hvat kann hetta so merkja fyri vanliga borgaran?
? Í fyrstu atløgu kostar uppskotið 40-50 milliónir krónur fyri landskassan. Væl kann tó hugsast, at ein partur av hesum kemur inn aftur í landskassan sum inntøkur í sambandi við vaksandi nýtslu. Ringt er at meta nágreiniliga um hetta. Hesin spurningur er í verandi støðu eisini minni týdningarmikil, tí tað sum umræður er, at landskassin við hesum tiltaki er við at seta meira ferð á búskapin, enn gott er.
Ov nógv ferð á búskapinum merkir tørv á arbeiðsmegi, og við hesum verður trýst lagt á lønarlagið. Hetta skapar aftur trupulleikar hjá føroysku vinnuni at kappast móti útlendskari framleiðslu. Ov nógv ferð á búskapinum merkir eisini, at vandi er fyri, at uttanlandsskuldin aftur fer at vaksa.
Skal landskassin tí ikki vera við til at seta meira ferð á búskapin við hesum skattalættanum, so má onkur annar gjalda. Tað verður so við hægri skatti hjá øðrum starvsbólkum, ella við at hækka MVG?ið.
? Hin møguleikin er, at tilsvarandi upphædd verður spard á útreiðslusíðuni hjá landskassanum, sigur samfelagsfrøðingurin.