Tá tíðindini frættust at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, kemur til Føriya á vitajn 6. januar næsta ár, hava føroyskir politikarar og flokkar givið seg til kennis, um teirra hugsan um vitjanina.
Eitt nú hevur Óli Breckmann og Fólkaflkkurin víst sína ónøgd við vitjanina, eins og Sjávstýrisflokkurin í skrivi í dag sigur, at flokkurin ikki vil hitta forsætisráðharran, tá hann kemur hendavegin.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur verið millum teir politikarar, sum av sínum eintingum hevur gjørt vart við sína ónøgd við at skriva forsætisráðharranum bræv um óhepnu viðurskiftini millum londini, og serliga millum Javnaðarflokkarnar báðir.
Ikki tosað við Nyrup síðani í fjør heyst
- Eg havi ikki tosað við Nyrup Rasmussen síðani í fjør heyst, og eg var tí bilsin, tá hann ringdi til mín mánadagin, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur ikki, at politikarar skulu renna undan forsætisráðharranum, sjálvt um tað eru politiskir trupulleikar.
- Nyrup Rasmussen tosaði um fundin í Helsinki, og segði, at hann royndi at tosa meira frítt og vísa ein góðan vilja, hóast trupulleikarnar. - Hann spurdi, hvat eg helt um at hann vildi hitta fólk í Javnaðarflokkinum, so vit kundu tosa um tingini?
- Nú havi eg sum kunnugt skrivað forsætisráðharranum bræv um viðurskiftini, har eg m.a. nevndi, at tað ringasta ið kann henda ríkisfelagsskapinum er, at vit bara lata standa til, sum var eingin trupulleiki til, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at hetta er skilagott støði at samtala út frá, hóast hann avgjørt ikki væntar, at tað verður nakar hugnafundur.
Ómansligt at mótmæla á henda hátt
- Hvat heldur tú um politisku flokkarnar, sum nú nokta at hitta Nyrup?
- Føroyskir politikarar skulu vita, at Poul Nyrup Rasmussen og danska stjórnin eru veruleikar, sum vit mugu taka støðu til. - Jú, politiskt er tað sera ómansligt soleiðis at mótmæla, tí tað broyir einki.
- Meira manssømiligt hevði tað verið at farið á fund við forsætisráðharran, og sagt honum sannleikan upp í eyguni, sigur Jónnes Eidesgaard.
- Vit fara, ið hvussu so er, á fund við Nyrup, og vit fara at siga honum, hvat vit hugsa og halda, og tað verður ikki smávegis. Vit hava nógv at finnast at, og tað ætla vit at siga Nyrup.
Hann heldur ikki fólk skulu taka sær tikni av, hvat Óli Breckmann sigur.
Óli, teir Konservativu og Vinstriflokkurin
- Nú vil hann, eins og Konservativi og Vinstriflokkurin í Danmark, geva Nyrup skyldina fyri at hava gjørt ein brølara, men vit mugu ikki gloyma, at Óli Breckmann í samstarvi við teir Konservativu, eins og Sambandsflokkurin í samstarvi við Vinstraflokkin, áttu forsætisráðharran, tá kreppan í Føroyum varð smíðað. - At so Nyrup hevur valt at handfara málið eftir sama leisti, er átaluvert, men lat tað fara: Tað broytir einki, at Óli Breckmann nú spælir firtin.
Samrøða, einasta amboðið politikarar hava
- Hóast vit í Javnaðarflokkinum og Nyrup eru ósamdir í politikki, so skulu vit ikki sleppa møguleikanum at tosa saman. Gera vit tað, so hava vit ongan politiskan málsetning, ið annars er einasta amboðið vit hava, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Tí fara vit á fund við Nyrup, so vit kunnu tosa okkum til rættis. Hóast tað ivaleyst ikki verður so hugaligt, so er neyðugt at vit seta hol á málið, sigur Jóannes Eidesgaard.