Bøtið heldur verandi lóg

Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna heldur, at vit eiga at bøta um teir partar í verandi lóg um inntøkutrygd, sum ikki virka, áðrenn hon bara verður blakað burtur uttan at sleppa at standa sína roynd

Tá okkurt er galið við eini lóg, eiga vit at broyta hana.

»Tað er skeivt bara at blaka lógina um inntøkutrygd burtur fyri eina nýggja, áðrenn verandi lóg hevur fingið høvið at vísa, hvat hon dugir,« sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna.

Hann sigur, at arbeiðið við at kanna verandi lóg og finna og bøta um brekini í henni er ongantíð gjørt.

Ein nevnd varð sett at endurskoða lógina. Tann nevndin kom ikki við nøkrum tilmæli, men eini meting av avleiðingum og møguleikum.

Men tá hetta varð lagt fyri landsstýrismannin, varð tað bara kveistrað burtur, tí hann hevði okkurt annað.

»Slíkt er skeivur arbeiðsháttur,« sigur Chris Jan Michelsen. »Tað ber ikki til fyrst at seta eina nevnd og síðan bara diktera síni egnu sjónarmið.«


Bøtið lógina

Meginfelag Útróðrarmanna hevði umboðsnevndarfund í Havn sunnudagin. Og tann fundurin kom til ta niðurstøðu, at sum heild er lógin um mánaðarligan minstaforvinning á góðari leið.

Treyðugt so eru ting, sum kunnu broytast. Og tað heldur felagið at hugt eigur at verða at, áðrenn øll lógin bara verður blakað burtur, og ein nýggj sett í staðin.

Men nevndin í felagnum er eisini greið yvir, at tað ber heldur ikki til bara at heingja seg í ta gomlu lógina, og so gloyma, at eitt nýtt uppskot fyriliggur.

»Tí vilja vit alla tíðina vera við í viðgerðini av hesum nýggja uppskotinum,« sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna.


Illa umsitið

Chris Jan Michelsen fýlist á viðferðina, fiskidagarnir fingu í Tinganesi í summar.

Hann sigur, at longu í vár varð avgjørt, at bátar skuldu fáa fiskidagar tillutaðar, tí greitt var, at har fór at mangla í.

Men summarið gekk, og fiskiárið fór at halla, uttan at nakað frættist aftur úr Nesinum.

Tá menn so skiltu, at tað fór at tátta í, fóru teir at spara dagar fyri at hava nakað at taka til, sum út leið á summarið.

Tann 25. juli, sigur Chris Jan Michelsen, fingu hesir bátarnir so tillutaðar 25 dagar í part, tað, sum eftir var av fiskiárinum. Tað vil siga til 31. august.

Tá høvdu teir longu býtt sundur, soleiðis at nakrir dagar vóru eftir til august mánaða. So nú stóðu teir knappliga við einum mánaða og ríkiligt av døgum. Oman á tað heila kláraði náttúran tað soleiðis, at ikki bar til hjá nógvum teirra at brúka hesar dagarnar.

Tá so fiskiárið var úti, stóðu teir eftir við nógvum óbrúktum døgum.

Og hetta var nakað, sum myndugleikarnir kundu brúka.

Tað var jú logiskt, at tá teir ikki høvdu brúkt dagarnar, høvdu teir ikki brúk fyri teimum. Og júst hesum dagatali varð so skorið við, tá býtt varð aftur.

Men tey gloymdu í Tinganesi, at dagarnir vóru givnir so seint, at eingin møguleiki var at brúka teir.


Aðrir møguleikar

Tað eru alternativ til verandi veiðuhættir og skipan, sigur Chris Jan Michelsen.

Hann vísir á, at tað má bera til at lata útróðrarbátarnar sleppa at fiska onnur fiskasløg enn tey traditionellu.

Um summarið, sigur Chris Jan Michelsen, kundu fleiri av størru útróðrarbátunum til dømis sloppið út á djúpt vatn at roynt eftir longu og brosmu. Og onkur kundi sloppið at fiska kalva, sigur hann.

Hetta kundi saktans verið gjørt soleiðis, at tað ikki í ov stóran mun ávirkaði teir fiskidagar, bátarnir annars eiga.

Chris Jan Michelsen sigur, at nevndin í Meginfelag Útróðrarmanna skýtur upp, at hesin fiskiskapur annaðhvørt kann ganga uttan um dagaskipanina ella eftir einum glíðiskala, har mótroknað verður til dømis eitt til trý. Soleiðis, at fyri hvørjar tríggjar dagar á djúpum vatni, skal báturin missa ein av teimum upprunaliga tillutaðu fiskidøgunum.