Jólini byrja tíðliga í Sunda kommunu

Týsdagin 25. november og mikudagin 26. november verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað, og jólamenn vitja í brandbili

 

Nú stundar til jóla, og skjótt er tíð aftur at tendra jólatrøini og hugna okkum saman, og aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri jólatræhaldi, har prestur talar, Eiðis ljómfelag spælir jólasangir, og so tað sum børnini gleða seg mest til: At stuttligu jólamennirnir koma við brandbili og bjóða ein leskiligan posa!

 

- Eftir jólatræhaldið bjóðar Sunda kommuna rísalamande og kaffi, te og saft, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sunda kommunu, har tey eisini hava lagt eina skrá yvir, hvussu jólatrøini í víðfevndu kommununi verða tendrað í ár: 

 

Týsdagin 25. november:

Hósvík 17.00 

Hvalvík 18.00 

Haldórsvík 19.00 

Tjørnuvík 20.00

 

Mikudagin 26. november:

Oyrarbakki 17.00

Gjógv 18.30

 

##med2##

 

Skrá:

Borgarstjórin bjóðar vælkomin – jólatræið verður tendrað

Eiðis ljómfelag spælir

Prestur heldur talu

Felagssangur: Gleðilig jól (Eiðis ljómfelag spælir undir)

Eiðis ljómfelag spælir

Jólamenninir koma við brandbilinum - børnini fáa pakka

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin til drekkamunn eftir haldið - á hesum støðum: 

 

Oyrarbakki – á torginum í Skúlanum við Streymin

Gjógv – í bygdarhúsinum

 

Hósvík – í bygdarhúsinum (uppi á)

Hvalvík – í Missiónshúsinum

Haldórsvík – í Avhaldshúsinum

Tjørnuvík – í bygdarhúsinum

 

- Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, siga tey í Sunda kommunu í dag.