Filmssýning: tá ið abortir verða bannaðar

Hvat hendir, tá ið abortir eru bannaðar? Forðar strong abortlóg kvinnum at leita sær og taka abort? Og hvat gera kvinnur, ið tørva abort, tá ið abort er bannað?

Tíðindaskriv:

 

Abortion Dream Team er ein pólsk grasrótarrørsla, sum stríðst fyri abortrættindum í Pólandi, og veitir ráðgeving til kvinnur, sum leita sær abort undir einari av strangastu abortlóggávunum í Evropa.

 

Abortion Dream Team er eisini heitið á heimildarfilminum eftir Karolina Domagalska. Karolina fylgir pólksu aktivistunum Justyna, Kinga, Natalia og Karolina, sum leggja lív og sál í at veita hjálp til  kvinnur, sum óætlað eru blivnar upp á vegin. Í filminum fáa vit eitt innlit í áhaldandi stríðið, gleði og vónbrot, aktivismu og kostanðin av arbeiðinum. Í 2023 varð Justyna nevniliga dømd fyri at hava hjálpt eini kvinnu í harðskapsraktum parlagi at fáa eina abort. Filmurin gevur eitt innlit í, hvat kann henda, tá ið abortir eru bannaðar.

 

Hóast filmurin snýr seg um støðuna í Pólandi, so røkkur evnið og trupulleikin út yvir landamørk. Tí um allan heim eru kvinnur fyri vantandi abortrættindum, og er eitt universelt mannarættindastríð. Eisini er hetta háaktuelt evni í Føroyum, tí føroyska abortlóggávan frá 1956 avmarkar enn rættin hjá kvinnum at taka avgerð um egnan kropp, heilsu, nøring og framtíð.

 

Triðja hvør kvinna í heiminum fer at taka eina abort. Og kvinnur tørva og leita sær abortviðgerð líkamikið, hvussu strang lógin er. Hóast stjórnir royna, so ber ikki til at lóggeva frá, at kvinnum tørva abortir, og at kvinnur taka abortir. Ístaðin førir tað við sær óvirðiligar umstøður, sum kann seta heilsu og lív í váða.

 

Amnesty Ung sýnir filmin á tiltaki í Mettustovu 5. novembur. Á skránni er eisini framløga um, hví rætturin til abort er ein mannarættindaspurningur. Tiltakið byrjar kl. 19, er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tú kanst lesa meira um tiltakið her: Filmsvísing og framløga: Abort - eitt mannarættindastríð