meg við var, at hann hevði gloymt brillurnar eftir, og hann hevði eitt hondskrivað bræv sum greiddi frá, hvussu hann skuldi koyra fyri at koma til ein golfvøll í nánd av Liverpool. Hann skuldi tí brúka [...] var ein íverksetari. Úr fátækum korum hevði hann bygt upp eitt stórt virki, og nú kundi hann møtast við sínum javnlíkum á ovastu rók, og tað var tí hann var farin at spæla golf! Golfítróttin er tí [...] um tað kundi hugsast, at tað bar til at fáa golfturismu í lag í Føroyum. Teir søgdu, at hetta bar væl til. Tað sum kravdist var, at vit høvdu tríggjar golfvøllir á hægsta stigi. Eingin tímdi at spæla
borgarstjórin, Sonni á Horni, letur sera væl at tí arbeiði, sum higartil er gjørt. Tað er byggifyritøkan Heildarverk, sum hevur staðið fyri tí arbeiði, sum er gjørt, og hóast tað ikki bar á mál við ætlaða [...] at Heildarverk higartil hevur gjørt eitt fyrimyndarliga gott arbeiði, sigur Sonni á Horni. Restin av arbeiðnum upp á skúlaverkætlanina í Fuglafirði er boðið út í trimum arbeiðstøkum, ávikavist timbur/ [...] kenna verkætlanina á tekniborðinum. Skúlaumstøðurnar hava ikki verið tíðarhóskandi, men nú fáa vit umstøður til okkara skúlabørn, sum vit veruliga kunnu vera errin av, sigur Sonni á Horni. Hósdagin, tá
fáa misgerð sína fyrigivna. - At ein annar bar synd okkara upp á krossin, tað gevur orsøk at fegnast og at syngja lovsang, segði hann. Við hesum orðum legði hann líkasum upp til seinnu helvtina av konsertini [...] Kórið hevur sungið nakrar nýggjar sangir á enskum og á føroyskum. Vit er komin nakað miðskeiðis í konsertina. Pallurin sær út sum pallar eiga til eina slíka hugnaliga konsert: Livandi ljós frammanfyri [...] Kórleiðarin hevur júst sligið av tann undanfarna sangin. Hann gevur nú tekin til trummuspælaran um at byrja næsta sang. Trummustikkararnir fara í loft, hann slær taktina ann og so er hesin sangurin í gongd.
tá Blátt Gras fara á pall, og klokkan 19 fer Kristel Lisberg á pall. Síðan koyra konsertirnar gjøgnum alt kvøldið, og klokkan 20 fara Robert & Vinmenn á pall. Klokkan 20 í kvøld letur Sørvágs kirkja upp [...] Poulsen, eisini er við, fer á pallin klokkan 23, og á midnátt verður tað niðurlendska, Laura van den Elzen. Seinasta framførslan í kvøld verður við Halleluja Sofusi, og hann fer á pallin klokkan 01 í nátt [...] upp til aftankvirru, og tá letur eisini upp framsýningin hjá Bjørk Gudmundsen. Váðaverk fara á pallin klokkan 21, og ein tíma seinni er tað Uni Debess & The Tomcats, sum fara at geva ljóð frá sær. Danski
stóran part av síni tíð. Hann átti ein motorbát undir krígnum, sum hann var formaður á. Hann fiskaði so óført. Hann dreiv tað eisini sera hart. Eg minnist, tá ið hann plagdi at royna á Norðhavinum. Men gjørdist [...] Hetta hevði hann lítlan hug til. Tað var jú nógv meira spennandi at sleppa í grind. Her var tó eingin bøn, og hann mátti fara. Hann ger ikki vandari enn, at hann fyllir leypin úr fyrstu krónni, hann kemur fram [...] William Martin, Suðuroyggin og Símun á Torkilsheyggi. Wolfang var skipari á Havfrúnni í 1949, og var hetta fyrstu ferð, hann var skipari. Seinni førdi hann Símum á Torkilsheyggi og Varðan, sum var ein
upplivdi eina rúgvu, kom at kenna meira til tónleikaheimin og havi møtti nógvum spennandi fólki. Men tað bar ikki til at halda fram, greiður Sigrid Rasmussen frá úr Oslo, har hon býr. Orsøkin til, at Grace datt [...] tær endanum. Boðini frá Sony vóru, at so mátti samstarvið heldur steðga. - Eg eri als ikki firtin inn á Sony, sjálvt um eg haldi, at teir skuldu havt satsa meira uppá okkum. Vit hava einki umboðsfólk havt [...] an hjá Grace, David Erikssen. Men aðrir møguleikar eru eisini. - Tá ein hurð verður latin aftur, letur onkur onnur hurð seg upp. Soleiðis er eisini í mínum førði. Nú Grace er upployst, kann eg finna mær
Endamálið við túrinum var luttøka á eini risastórari modelframsýning, har stóru altjóða modelstovurnar eisini eru umboðaðar. Gekk framúr Tilsamans vóru eini 2.000 ungfólk við á framsýningini, og vórðu hesi [...] Hóast stóra luttakaratalið, so smæddust føroysku genturnar ikki burtur á nakran hátt. Gissur Patursson, sum hevur við gentunum á ferðini sigur frá, at føroysku genturnar høvdu ikki færri enn 35 steyp og [...] mesta, sammett við støddina av landinum. Gissur letur annars sera væl at ferðini. Einki klandur ella rok hevur verið hesar báðar vikurnar, og sjálvur hevði hann hug at samanbera bólkin við væl samanspælt
Í hesum sambandi hugsar hann sær, at grindamenn fáa eitt skeið í at brúka blásturkrók og mønustingara. Hann hugsar als ikki um at seta grindamenn á skúlabonk, heldur hugsar hann um, at grindamenn eiga at [...] við einum royndum grindamanni, sum kann leggja teimum lag á, at brúka reiðskapin í veruleikanum til at avlíva nakrar hvalir við, til teir eru komnir á lagið, og kunnu verða góðkendir grindamenn. Formaðurin [...] snið, sum riggar væl til endamálið. - Men sjálvandi er altíð rúm fyri ábótum, sigur hann, tí á hesum øki koma vit ongantíð á mál. LES EISINI GREININA Greiðari ábyrgd í grind
Fjallstein, fekk høvi til at gera í sama blaði. Hetta hevur stjórin á Restorff fingið at vita áður, men tá honum ikki hóvar svarið, leggur hann í staðin leiðaran undir óheiðurligt virksemi. Tá Johan Mortensen [...] verið ein eftirspurd vøra. Í fleiri ár varð hetta keypt frá einum innflytara á Vesturbrúgv, men tá hon doyði og fyritøkan gavst, bar ikki til at keypa føroyskt øl í Danmark. Kannað varð tá um tað var møguligt [...] Tormóður Stórá formaður ???????????? Í Sosialinum fríggjadagin er samrøða við stjóran á Restorffs Bryggjarí, Johan Mortensen, sum er firtin um, at øl hansara ikki verður selt í Føroyahúsinum i Keypmannahavn
tað kann tosast um afturgongd í felagnum. Hann vísir í tí sambandinum eisini á, at teir hava sera tætt samstarv við sundamenn, sum við sínum nýggja báti venja á Vánni í Klaksvík, hava bátin í neystinum [...] ferðast, og onkur annar vil ikki vera so bundin í summar, sum hann hevur verið fýra tey undanfarnu sumrini frá tíðliga á várinum og til á ólavsøku. Tað er væl skiljandi. At onkrir og onkrar leggja eitt [...] bátunum. Uni Oknadal rør við Páll Fanga, og Solby Eliasen er róðursmaður á Páll Fanga. Tað skal vera pláss fyri avspáking Men er tað ikki á luttøkutalinum og úrslitunum, at tað skal síggjast, hvussu væl eitt