Grundarlagaið skal gerast breiðari

Hóast manningartalið í ár ikki er so stórt, sum tað hevur verið tey bæði undanfarnu árini, so heldur formaðurin, at tað gongur rætta vegin hjá Klaksvíkar Róðrafelag

Jóannes Hansen

Klaksvíkingar luttaka í FM kappingini í ár við fýra kappróðrarmanningum. 5?mannafarið Fípan Fagra er mannað við bæði gentum og dreingjum, og 6?mannafarið Páll Fangi er mannaður við kvinnum og monnum. Sammett við í fjør er manningartalið lægri í Klaksvík í ár. Umframt omanfyri nevndu manningarnar luttóku í fjør 5?mannafarið Tekla við gentumanning og nýggi Klaksvíkingurin, sum so at siga var flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Higartil í ár hevur 10?mannafarið staðið í neystinum, og heldur ikki Nevið Reyða, sum róðrarfelagið í Klaksvík fekk í 2001, tá ið 8?mannafarið vann FM kappingina, er flotað.
Men hóast manningartalið er lægri, og hóast hvørki 8?mannafarið ella 10?mannafarið eru við í FM kappingini, so heldur formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag ikki, at tað kann tosast um afturgongd í felagnum. Hann vísir í tí sambandinum eisini á, at teir hava sera tætt samstarv við sundamenn, sum við sínum nýggja báti venja á Vánni í Klaksvík, hava bátin í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag og sum í summar fara at ferðast til FM róðrarnar saman við manningunum í Klaksvík.
? Klaksvíkingar hava altíð luttikið í kappróðri ? í hvussu so er við einum og tveimum manningum. Men tað eru ikki so mong ár síðani, at tað varð farið undir at føra miðvísan politikk í kappróðrarfelagnum, um tað ber til at siga tað soleiðis. Málini eru millum annað at luttaka við fleiri manningum, at manningarnar skulu hava góðar bátar, og at umstøðurnar í felagnum yvirhøvur skulu vera góðar. Seinastu trý árini hevur tað gingið skjótt og gott, og hóast luttøkan ikki er so góð í ár, sum hon hevur verið, so halda vit ikki, at framtíðin hjá felagnum sær døpur út.
Kristian Eli Zachariasen er á øðrum ári formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag. Saman við honum eru í nevndini Fróði Waag, Martin Venned, Solby Eliasen og Uni Oknadal. Í fjør var Kristian Eli einasti nevndarlimurin, sum ikki róði. Nú eru tað tveir nevndarlimir, sum hjálpa til í bátunum. Uni Oknadal rør við Páll Fanga, og Solby Eliasen er róðursmaður á Páll Fanga.

Tað skal vera pláss fyri avspáking
Men er tað ikki á luttøkutalinum og úrslitunum, at tað skal síggjast, hvussu væl eitt kappróðrarfelag er fyri?
? Sjálvandi er stórt luttøkutal og góð úrslit millum týdningarmiklastu málini hjá felagnum. Men vit hava ásannað, at hetta kemur ikki alt eftir einum ári. Nógv teir flestu av teimum, sum í fjør mannaðu nýggja Klaksvíkingin, hava gjørt av at halda frí frá kappróðrinum í ár. Onkur tekst við at byggja, onkur er farin at ferðast, og onkur annar vil ikki vera so bundin í summar, sum hann hevur verið fýra tey undanfarnu sumrini frá tíðliga á várinum og til á ólavsøku. Tað er væl skiljandi. At onkrir og onkrar leggja eitt ár burturúr ber til í øðrum feløgum, uttan at tað sæst aftur í luttøkuni. Eitt nú í Havnar Róðrarfelag, í Vestmanna og í Kappróðrarfelagnum NSÍ eru traditiónirnar langar og stórar, so tey altíð hava nógv mikið at taka av. Vit rokna við, at fleiri av teimum, sum hava róð, men sum ikki eru við í ár, fara at luttaka aftur næsta ár, og harvið fer so líðandi at bera til at økja um manningartalið hjá okkum.
Men er tað ikki harmuligt, at nýggi Klaksvíkingurin skal standa í neystinum?
? Vit høvdu fegin vilja havt, at 10?mannafarið var við í kappingini, og okkum hevði dámt best, um bæði 10?mannafarið og 8?mannafarið vóru við í fremstu røð. Men tað bar ikki til í ár. Tá ið arbeitt varð við at manna bátarnar í vetur, vísti tað seg, at tað bar ikki til at fara longri upp enn at manna Páll Fanga. Tá ið manningarnar høvdu vant eina tíð, vísti áhugin seg at vera størri, so tað hevði kanska borið til at manna Nevið Reyða heldur enn Páll Fanga, men nú er tað, sum tað er. Vit vóna og rokna við, at Klaksvíkingurin fer at koma afturíaftur, sigur Kristian Eli Zachariasen.

Venjingin
Umborð á Fípuni Føgru eru báðar manningarnar nýggjar og harvið púra óroyndar. Umborð á Páll Fanga eru onkrar kvinnur, sum róðu við bátinum í fjør, og so fleiri, sum róðu við Fípuni Føgru í fjør. Fleiri teirra, sum hava verið við undanfarnu árini, eru nú farnar av landinum í lestrarørindum. Á mannfólkasíðuni er Páll Fanga manningin samansett av onkrum, sum róðu við 10?mannafarinum í fjør, onkur var við Páll Fanga, onkur annar við Fíuni Føgru og onkur roynir seg fyri fyrstu ferð.
Bátarnir vórðu flotaðir eina ferð í mars, og manningarnar hava vant støðugt á sjónum síðani fyrst í apríl. Men teir láta einki serligt at líkindunum.
? Í vár viðraði tað verri á Vánni, enn tað gjørdi undanfarnu árini. Tað hevur havt við sær, at bátarnir leingi fyri tað mesta vandu innarlaga á Vánni. Sum mai mánaði er liðin, eru líkindini batnaði, og so hevur borið betri til at roynt túsund og fimtan hundrað metra málini, sigur Kristian Eli Zachariasen. Ætlanirnar, sum teir nýta at venja eftir í Klakvík, eru tær somu, sum teir brúktu í fjør, og sum teir brúktu í fyrraárið, tá ið felagið vann trý FM heiti og harvið rakk besta úrslitinum í kappróðri, sum klaksvíkingar nakrantíð hava vunnið.
Í fjør hevði Martin Venned høvuðsábyrgdina av øllum venjingunum. Í ár hava tey ikki nakran høvuðsvenjara. Tey, sum hava verið við í fleiri ár, hava eyguni við teimum yngru. Sigfríður Venned, Solby Eliasen og Kristian Eli Zachariasen eru millum teirra, sum hava lagt teimum yngru lag á.
Hava tit stóra nyttu av rógvimaskinunum?
? Tá ið bátarnir vórðu flotaðir høvdu rógvararnir longu leingi róð við maskinunum. Tað er sjálvandi ein stórur fyrimunur, men tað hevur ikki við sær, at tað ikki er neyðugt at venja eins nógv á sjónum, tí tað verður vant nógv í feløgunum, sum taka kappróðurin í álvara. Vit vóna, at rógvimaskinurnar eisini eru við til at ala fleiri ungfólk at felagnum. Umframt at royna seg við maskinunum hava vit í vetur givið teimum ungu høvi at nýta góðu umstøðurnar í neystinum til annað ítriv og hugna. Eitt nú hava tey í vikuskiftinum havt møguleika at taka teldurnar við heimanífrá og at spæla og kappast í felags hølunum. Harvið vóna vit, at felags andin verður styrktur, og tað átti eisini at verið við til at lagt lunnar undir góða framtíð, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag.