Tað gongur væl við byggingini av nýggja skúlanum í Fuglafirði og borgarstjórin, Sonni á Horni, letur sera væl at tí arbeiði, sum higartil er gjørt. Tað er byggifyritøkan Heildarverk, sum hevur staðið fyri tí arbeiði, sum er gjørt, og hóast tað ikki bar á mál við ætlaða partalagssamstarvinum um at byggja skúlan, bendir alt á, at tíðarætlanin heldur.
Tað var eisini Heildarverk, sum tók sær av at ríva gamla skúlabygningin frá 1936 niður, og fyritøkan hevur boðið sær til at gera alt betongarbeiðið liðugt. Borgarstjórin heldur, at tað hevur gingið ógvuliga væl við stoypiarbeiðnum, og tað sær spennandi út, nú nýggi skúlabygningurin veruliga byrjar at mynda seg.
- Sambært tíðarætlanini verður stoypiarbeiðið liðugt beint eftir árskiftið, og eg haldi, at Heildarverk higartil hevur gjørt eitt fyrimyndarliga gott arbeiði, sigur Sonni á Horni.
Restin av arbeiðnum upp á skúlaverkætlanina í Fuglafirði er boðið út í trimum arbeiðstøkum, ávikavist timbur/ snikkaraarbeiði, el og hvs, og hesi tilboð skulu verða inni og verða latin upp í september. Sambært tíðarætlanini stendur nýggi skúlin í Fuglafirði liðugur á heysti í 2020, og metti kostnaðurin verður beint oman fyri 100 miljónir krónur.
- Eg eri ómetaliga glaður fyri skúlaverkætlanina. Tað er fantastiskt at síggja, at nýggi skúlin nú byrjar at taka skap, soleiðis sum vit kenna verkætlanina á tekniborðinum. Skúlaumstøðurnar hava ikki verið tíðarhóskandi, men nú fáa vit umstøður til okkara skúlabørn, sum vit veruliga kunnu vera errin av, sigur Sonni á Horni.
Hósdagin, tá In.fo var í Fuglafirði, fingu vit eisini høvi at síggja tað arbeiði, sum higartil er gjørt, og her vóru vit eisini inni á skrivstovuni hjá skúlastjóranum, Ólavi Thomsen. Skúlastjórin letur eisini væl at arbeiðsgongdini og sigur, at byggingin ikki órógvar tað stóra, men tá jørðarbeiðið varð gjørt, var øðrvísi.
- Vit høvdu ein skúla, sum var umleið 1000 fermetrar tilsamans, harav serliga gamli skúlin var niðurslitin. Nú fáa vit ein nýggjan og nútímans skúla. Samlaði skúlin í Fuglafirði verður saman við nýggja partinum umleið 3000 fermetrar – ella tríggjar ferðir so stórur, sum hann var, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri.
Nýggi skúlin í Fuglafirði fær eisini ítróttarhøll og borgarstjórin, Sonni á Horni, heldur fyri, at hetta fer at geva næmingunum heilt aðrar umstøður enn tær, sum vóru í gamla skúlanum. Umframt ítróttarhøll, verður eisini bygt nýtt bókasavn, umframt allar aðrar nútímans umstøður, sum hoyra einum nýggjum skúla til.