Nú verður spæliplássið í Froðba tikið í nýtslu

Tað verður Eyð Eidesgaard, forkvinna í trivnaðar- og umhvørvisnevndini í Tvøroyrar kommunu, sum fer at bjóða vælkomin

 

- Í morgin, fríggjadagin hin 17. oktober klokkan 16, verður spæliplássið í Froðba alment tikið í nýtslu.

 

Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

Tað verður Eyð Eidesgaard, forkvinna í trivnaðar- og umhvørvisnevndini í Tvøroyrar kommunu, sum bjóðar vælkomin.

 

Við løtuna í morgin fer froðbingurin, Eyðun Nolsøe, at syngja og spæla nøkur løg fyri børnunum.

 

- Vit hava bílagt køkumann frá Breyðkassanum, og afturvið verður Mist. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Tvøroyrar kommunu.