Tað var ein útvandran úr amerikanska krígsmálaráðnum, Pentagon, í gjár millum journalistarnar, sum rýma úr hølunum, sum annars hava verið teimum halgaði í mong ár.
Teir eru ónøgdir við nýggjar reglur, sum amerikanski krígsmálaráðharrin, Pete Hegseth, hevur sett í gildi, og sum avmarka teirra journalistisku rættindi. Sambært CNN kriminaliserar nýggi politikkurin "rutinujournalistikk", og tí nokta fjølmiðlarnir at góðtaka nýggju reglurnar.
Meira nágreiniliga skrivar tíðindastovan AP, at nýggju reglurnar snúgva seg um, at journalistar bert kunnu deila upplýsingar, sum Hegseth sjálvur hevur góðkent at deila - og hetta er galdandi fyri bæði loyniligar og ikki-loyniligar upplýsingar. Harumframt skulu journalistar framyvir hava embætisfylgjara, tá teir eru í meginpartinum av Pentagon. Annars kundu teir verði burturvístir, og at Pentagon-prógvini vórðu tikin frá teimum.
Men journalistarnir hava noktað at skriva undir nýggju pressureglurnar, og í staðin tóku teir alt sítt og rýmdur úr Pentagon.
- Tað er harmiligt, men eg eri eisini øgiliga errin av pressuliðnum fyri at halda saman, sigur Nancy Youssef, tíðindafólk hjá The Atlantic og sum hevur havt starv í Pentagon síðani 2007, við AP.
Millum journalistarnar, sum rýmdu, vóru journalistar frá amerikanskum miðlum sum CNN, ABC, NBC, umframt ofta republikanska og Trump-vinarliga Fox News. Sambært CNN hevur bert ein miðil góðtikið nýggju treytirnar - tann lutfalsliga ókendi pro-Trump miðilin One America News.
Pete Hegseth kallar nýggju reglurnar fyri "sunt fornuft", og stjórin hjá honum, Trump forseti, stuðlar ráðharranum í avgerðini.
– Eg haldi, at hann heldur, at pressan er sera órógvandi fyri heimsfriðin. Pressan er sera óerlig, sigur Trump forseti sambært AP.
Fjølmiðlarnir lova framvegis at lýsa verjumál, men nú uttan fyri Pentagon-bygningin, skrivar tíðindastovan.