Grace eru givnar

Sigrid Rasmussen leggur seg nú eftir eini nýggjari tónleikakarrieru í Noregi. Vónin um at fáa altjóða gjøgnumbrot við bólkinum Grace er horvin

Dreymurin hjá føroysku Sigrid Rasmussen um at fáa altjóða gjøgnumbrot í norska poppbólkinum Grace er brostin.

Bólkurin er nú upploystur, og í staðin fer Sigrid at leggja seg eftir at fáa eina nýggja karrieru í Noregi.

- Tað var eitt stórt upplivilsi at verða við í Grace. Eg upplivdi eina rúgvu, kom at kenna meira til tónleikaheimin og havi møtti nógvum spennandi fólki. Men tað bar ikki til at halda fram, greiður Sigrid Rasmussen frá úr Oslo, har hon býr.

Orsøkin til, at Grace datt niður fyri er, at ein av teimum trimum gentunum í bólkinum fór burtur úr og valdi at leggja seg eftir eini solokarrieru. Higartil hevur tað verið uttan tað stóra gjøgnumbrotið.

Sigrid og hin, sum var eftir í bólkinum, ætlaðu fyrst at halda fram. Plátufelagið Sony helt, at í Grace skuldu verða tríggjar gentur, og tí vórðu fleiri kvinniligir sangarar royndir í bólkinum.

Men royndin at fáa eina nýggja gentu við í bólkin miseydnaðist. Eingin av teimum, sum royndi seg, stóð royndina, og tí hildu tær báðar, sum eftir vóru í Grace, at tær skuldu halda fram sjálvar.

- Vit høvdu 3 ár við royndum, og tað vísti seg at vera sera trupult at fáa eina nýggja gentu við í bólkin. Tí góvu vit upp.


Samstarvið steðgaði

Tær báðar, sum eftir vóru í Grace, gjørdu klárt til eina nýggja útgávu, men Sony tók sær góða tíð við hesum projekti, og endin var, at tað steðgaði, tá tær báðar gjørdu plátufelagnum greitt, at hendi einki beinanvegin, so sleptu tær endanum. Boðini frá Sony vóru, at so mátti samstarvið heldur steðga.

- Eg eri als ikki firtin inn á Sony, sjálvt um eg haldi, at teir skuldu havt satsa meira uppá okkum. Vit hava einki umboðsfólk havt, og tí hava vit arbeitt tætt saman við Sony, og tey í felagnum eru framvegis áhugað at hoyra tað tilfar, sum eg í framtíðini fari at gera, sigur Sigrid Rasmussen.

Men um tað kann hava við sær ein plátusáttmála við Sony, vil Sigrid als ikki meta um. Tað veldst alt um, hvat kemur burtur úr arbeiðnum framyvir.


Fleiri møguleikar

Sigrid Rasmussen syngur framvegis nógv, hóast Grace er farið í søguna. Hon syngur millum annað í kirkjum og til onnur tiltøk.

Men gongst sum ætla fer hon at samstarva við framleiðaran hjá Grace, David Erikssen. Men aðrir møguleikar eru eisini.

- Tá ein hurð verður latin aftur, letur onkur onnur hurð seg upp. Soleiðis er eisini í mínum førði. Nú Grace er upployst, kann eg finna mær onnur fólk at samstarva við, sigur hon.

- Men eg skal finna mín nýggja stíl, og eg ætli mær at smíða, meðan jarnið er heitt. Eg ætli mær at brúka tær kontaktir, sum eg havi fingið í tónleikaheiminum, og hvat fer at spyrjast burtur úr tí, fer tíðin at vísa.

Sigrid Rasmussen fór í 1995 til Noregs at arbeiða sum genta í húsi. Hon kom alt í einum fram í eini norskari sjónvarpssending, har hon skuldi syngja ein sang. Seinni fann hon saman við teimum, sum komu at manna bólkin Grace, og tað var lagt upp til, at bólkurin skuldi út í heimin at royna seg.

Grace gjørdi sjónbandalag til MTV, og hetta lag var eisini at síggja onkuntíð. Bólkurin spældi eisini í útlondum, men stóra gjøgnumbrotið kom ongantíð. Tá eini limurin í bólkinum so valdi at royna seg við solokarrieru, tók tað beinini undan bólkinum.

Nú roynir Sigrid Rasmussen at fóta sær í norska tónleikaheiminum, og stendur tað til hana, fer hon ikki í gloymibókina uttan víðari.