Kórið hevur sungið nakrar nýggjar sangir á enskum og á føroyskum. Vit er komin nakað miðskeiðis í konsertina.
Pallurin sær út sum pallar eiga til eina slíka hugnaliga konsert: Livandi ljós frammanfyri og úr erva strála tey ljósini, sum kunnu broyta ein pall úr grønum til reytt eftir brøkparti av einum sekundi. Og úr einum blásara aftanfyri pallin legst roykur inn yvir pallin.
Í vinstru síðu sita teir svørtklæddu tónleikararnir og teimum við lið stendur tað stóra kórið. Í dag telur tað beint omanfyri 100 sangarar úr øllum landinum.
Kórleiðarin hevur júst sligið av tann undanfarna sangin. Hann gevur nú tekin til trummuspælaran um at byrja næsta sang. Trummustikkararnir fara í loft, hann slær taktina ann og so er hesin sangurin í gongd.
Tónleikararnir spæla eina vakra intro til henda sangin eina intro, sum ikki gevur áhoyrarunum nakra ábending um, hvat er í væntu.
Hjálp til lagið
Hesar introir líkjast rættiliga nógv, og tí hildu tey flestu helst, at hetta fór bara at verða enn ein nýggjur og ókendur sangur frá kórsins síðu. Men so var ikki.
Longu í fyrstu sangregluni er okkurt sum tú festir teg við í sanginum. Sungu tey ikki okkurt um ein silvurstrong?!
Nei, tað ber ikki til, tí hatta lagið er jú ikki tað, sum vanliga verður brúkt til henda sangin í teim ymisku samkomunum. Tú fært líka tíð til at murra eina hálva reglu av hesum sanginum innantanna, tá kórið kemur til niðurlagið.
Ein solistur tekur nú yvir. Lagið tykist framvegis vera ókent ella kann tað veruliga vera so, at hetta lagið líkist so nógv tí kenda? Er hetta bert ein umskriving, ella ... ? Orðini tykjast í øllum førum at vera tey somu.
Tú byrjar nú so smátt at kenna lagið út frá tí, sum kórið ber fram, og so líðandi kemur teksturin tær eisini í hug tí hetta er veruliga kendi sangurin: Ein dag so røddin tagna skal, tí silvurstrongur brostin er.
Orðini eiga Fanny Crosby og Olfert Richard, og týðingina Edmund í Garði. Lagið eigur ein ið kallast Georges Coles Stebbins, men umframt øll hesi stríðsfólkini á trúarleið, so hevur kórleiðarin sjálvur, Ole Mouritsen havt ein avgerandi leiklut í hesi ótrúliga vøkru útsetingini.
Hann hevur í fyrsta umfari hjálpt mr. Stebbins við lagnum, men hevur so tikið henda sangin til sítt hjarta og hevur givið honum eitt nýtt og meiri spennandi skap við vøkru og øðrvísi útseting síni.
Kórið hevur eisini tikið henda sangin til sín, og fyri tey er tað ein frøi at kunna frambera henda sangin her í ítróttarhøllini á Eiði.
Við hesum sanginum prógva tey at eitt gamalt lag til ein góðan, gamlan tekst kann íklæðast nútíðarbúna, uttan at tað tekur nakað frá innihaldinum.
Barnarørslur
Konsertin í fullsettu ítróttarhøllini byrjaði annars við einum barnakóri.
Til hetta sangskeiðið hevði tað eydnast sangnevndini hjá Heimamissiónini at fáa danan, Ole Mouritsen at koma til Føroyar at stjórna felagskórinum.
Tey vóru haraftrat so heppin at kona hansara, Anetta eisini hevur stóran áhuga fyri sangi barnasangi. Tá hon so varð spurd um at leiða barnakórið var tað heilt natúrligt fyri hana at játta hesi umbønini.
Hóast tíðin er avmarkað til venjingarnar og at læra børnini tað nýggja tilfarið, so sló barnakórið beinanvegin tónan ann.
Tey vístu, at við miðvísari venjing í seks dagar kann ein koma ótrúliga langt, bæði tá talan er um at instruera teir ungu tónleikararnar og við at fáa solistarnar at frambera sínar sangir við slíkari sannføring, sum gjørt varð henda seinnapartin á Eiði.
Tað mundi helst undra onkran, at tey kundu fáa so væl burtur úr eftir so stuttari tíð. Men hegnið hjá Anette at leiða tey í sang var eingin í iva um, tá hesi børnini og ungfólkini stóð her á pallinum.
Við rørslum, góðum tónleiki og sanggleði bergtóku tey áhoyrararnar frá fyrst løtu.
Orsøk at lovsyngja
Hóast talan var um eina konsert, so var eisini høvið til eina andakt. Heri Tróndheim av Argjum tosaði her um tað at fáa misgerð sína fyrigivna.
- At ein annar bar synd okkara upp á krossin, tað gevur orsøk at fegnast og at syngja lovsang, segði hann.
Við hesum orðum legði hann líkasum upp til seinnu helvtina av konsertini.
Teir svørtklæddu í vinstru síðu á pallinum byrjaðu nú at spæla, og við ein byrjaði fólkið í høllini at klappa: Nú kemur kórið marsjerandi inn.
Tey fara upp á pallin, og í somu løtu summ seinasti sopranurin er komin uppá pláss, stemmar kórið í fyrsta sangin: Youre not alone.
Umframt ta stóru fyrireikingina til eitt slíkt skeið og til konsertina, so vóru fyrireikararnir somuleiðis væl fyrireikaðir uppá tann veruleika, at øll ikki skilja tað enska málið til fulnar.
Fyri at geva áhoyrarunum eina fatan av innihaldinum í teim ensku sangunum, høvdu teir sett upp ein stórskíggja í høgra borði. Her varð greitt frá innihaldinum í teim ensku sanginum. Eitt sera heppið stig, má sigast.
Rapp
Hinvegin so átti eina at gjørt enn meiri brúk av hesum møguleikanum á konsertini. Til aðrar konsertir er vanligt at fáa eina sangskrá í hondina, tá ein rindar fyri atgongumerkið, men tað varð ikki gjørt her. Tað kann ein so gera næstu ferð.
Ein kundi her brúkt stórskíggjan til at sagt frá tí næsta sanginum heiti, hvør átti orðini, lagið, útsetingina, og ikki minst nøvnini á teimum, sum sungu solo ella rappaðu, eins og gjørt varð í eina sanginum.
Hetta tekur tó einki frá konsertini, sum var eitt upplivilsi og eitt prógv um, at ein við miðvísum arbeiði kann røkka ótrúlig úrslit eftir bert einari viku.
Konsertin prógvaði eisini, at tað ber til at syngja enskar og føroyskar sangir saman, og at teir góðu og gomlu sangirnir eisini hóska seg við nútíðar tónleiki og útsetingum.
At áhoyrarunum dámdu hetta væl, sást best av tí at kórið varð klappað til at syngja enn ein sang til seinast.
Slakar tveir tímar seinni var konsertin at enda komin. Øll fóru við gleði hvør til sín, murrandi okkurt av løgunum frá konsertini kanska henda: Gud, tú ert mín styrki!
Og tað ER Hann, bæði á konsertini og tá gerandisdagurin kom aftur.










