Gravgangur eftir føroysku gentunum

Stóru altjóða modelstovurnar nærum detta um hvørja aðra í jagstranini eftir føroysku gentunum, sum júst eru afturkomnar úr New York

Ofta hevur verið tikið til, at føroysku genturnar eru millum vakrastu sprundini í heiminum. Onkur hevur kanska hildið, at hetta at kallað bert hevur verið eitt slag av tjóðskaparkenslu, men nú tykist vera staðfest, at tað veruliga er nakað um tosið.

Fyri stuttum fóru 11 føroyskar gentur av landinum við kós móti stóra súreplinum, New York. Endamálið við túrinum var luttøka á eini risastórari modelframsýning, har stóru altjóða modelstovurnar eisini eru umboðaðar.


Gekk framúr

Tilsamans vóru eini 2.000 ungfólk við á framsýningini, og vórðu hesi so aftur býtt í smærri bólkar, alt eftir stødd og aldri.

Hóast stóra luttakaratalið, so smæddust føroysku genturnar ikki burtur á nakran hátt. Gissur Patursson, sum hevur við gentunum á ferðini sigur frá, at føroysku genturnar høvdu ikki færri enn 35 steyp og heiðursmerki við sær, nú tær komu heim aftur, og at hetta var nógv tað mesta, sammett við støddina av landinum.

Gissur letur annars sera væl at ferðini. Einki klandur ella rok hevur verið hesar báðar vikurnar, og sjálvur hevði hann hug at samanbera bólkin við væl samanspælt hondbóltslið, har alt svingar, sum tað skal.

Vinningarnir, sum genturnar fingu, vóru innan øll sløg av framsýningum, eins og teir vóru spjaddi yvir fleiri av ymsu bólkunum. Tað tóktist nærum, sum var tað líkamikið, hvat føroysku diddurnar tókust við. Myndatøku, sjónvarpsupptøkur, Catwalk ella sangur, føroysku genturnar vóru frammalaga í øllum, og sum sagt, so sýndu dómararnir teimum stóran ans, tá stigini skuldu latast fyri avrik teirra.

Eitt er, at dómararnir á framsýningini sýndu føroysku gentunum stóran ans, men stóru modelstovurnar raknaðu so sanniliga eisini við.


Innbjóðingar í hópatali

Eftir framsýningina høvdu modellstovurnar nevnliga høvi til at seta seg í samband við ymsu modellini, har tey so fingu høvi til at hyggja nærri at teimum, eins og onkur eisini varð biðin um at koma til samrøðu.

Óluvá Johannessen, sum er ein av føroysku modellunum, sigur við Sosialin, at tær frammanundan fingu at vita, at um eini 8 samrøðu komu upp á tal, varð hetta at meta sum sera gott. Tá tað so verður lagt afturat, at fleiri í føroyska bólkinum fingu fimtan, tjúgu og tredivu innbjóðingar, er einki at siga til, at føroyska luttøkan hevur verið tað, tey rópa ein rimmar succes. Sum skilst, so vóru hinir luttakararnir á sýningi eisini ovfarnir av, hvussu óðir sonevndu »head-hunters« vóru eftir diddunum úr Atlantshavinum.

Fyri nøkrum mánaðum síðani høvdu vit her í blaðnum samrøðu við Óluvá. Hon greiddi tá frá, at hon sum so ikki væntaði sær nakað av ferðini, men at hon bert tók hetta sum eina stóra uppliving.

Nú er í øllum førum staðfest, at ferðin verið ein risastór uppliving, bæði fyri Óluvá og hinar genturnar. Modellstovu sum Eileen Ford og Elite Models ljóða kanska forkunnugt og veruleikafjart í okkara oyrum, men hesar vóru sjálvandi eisini millum hyggjararnar, sum á sýningini royndu at fáa fatur á nýggjum andlitum til komandi uppgávur. Ikki er tó líkt til, at Óluvá hevur mist sambandi við jarðarflatuna, nú hon er komin aftur í heimliga umhvørvið. Tá vit hittu hana á málið, var tað júst hin sama jarðbundna gentan, sum vit tosaðu við fyri hálvum ári síðani, og hetta man helst eisini vera ein góður eginleiki, skuldi tað borið soleiðis á, at hon í framtíðini skal út um landoddarnar at royna seg.

Tað er gjøgnum Icelandic Models, at luttøkan hjá føroysku gentunum er fingin í lag, og stjórin hjá hesum, Kollbrún Aðalsteinsdóttir, sigur við Sosialin, at telefonin so at siga hevur gingið heit síðani framsýningina. Allar tær stóru modelstovurnar vilja hava fatur á føroysku gentunum, og hóast einki enn er endaliga avgjørt, so ljóðar tað als ikki óhugsandi, at onkrar av hesum eisini fáa møguleikan at royna seg.