Gott samband við ættina í Íslandi

Nú eru vit komin til næstseinasta partin av hesi søguni hjá Tórhalli, har vit hava verið rættuliga víða. Av beiggjunum umrøða vit hesa ferð Wolfang og Kaysten, og vit koma aftur inn á hendingina við Havfrúnni

Partur 9

 

Wolfang var vala skipari

Wolfang var tað níggunda av teimum 14 systkjunum. Tórun hjá Wolfang hevur greitt frá onkrari hending, sum pápin fortaldi frá sínum barndómi.

Eina ferð, tað var grind, bað mamman Wolfang fara eftir torvi. Hetta hevði hann lítlan hug til. Tað var jú nógv meira spennandi at sleppa í grind. Her var tó eingin bøn, og hann mátti fara. Hann ger ikki vandari enn, at hann fyllir leypin úr fyrstu krónni, hann kemur fram á, og er tí skjótur aftur. Mamman kundi rokna út, at her var okkurt galið, so hann mátti niðan aftur at leggja torvið, har hann hevði tikið tað og síðan at fara eftir torvinum, har tey áttu tað. Tá ið hann tá kom heim aftur, var grindin deyð.

Allir beiggjarnir vóru so sera grammir eftir at sleppa á flot. Wolfang fortaldi, at teir plagdu at leggja seg at sova í bátinum fyri at vera vísir í, at teir sluppu við.

Hetta kundi vera, tá ið pápin og eldru beiggjarnir fóra at kasta nót, dyrgja og annað í Sundalagnum. Teir komu tískil eisini at fiska frá tí, teir vóru heilt smáir.

Navnið Wolfang er eitt sjáldsamt navn á okkara leiðum. Men søgan er tann, at mamman las eina bók, har høvundurin æt Wolfgang. Henni dámdi væl navnið og avgjørdi, at kalla nýfødda son sín tað sama, tó við teirri broyting, at hann fekk navnið Wolfang ístaðin fyri Wolfgang.

Wolfang fór heilt ungur til skips og var við fleiri skipum. Av teim fyrstu kunnu nevnast: William Martin, Suðuroyggin og Símun á Torkilsheyggi.

Wolfang var skipari á Havfrúnni í 1949, og var hetta fyrstu ferð, hann var skipari. Seinni førdi hann Símum á Torkilsheyggi og Varðan, sum var ein 50 tonsari hjá Poul Hansen. Síðan fór hann sum skipari við tí nýbygda Búgvanum hjá sama reiðarí í 1957.

Í 1959 gjørdist Wolfang skipari á línuskipinum Grím Kamban, sum Poul Hansen lat byggja, og tá var tað, at eg fór at føra Búgvan. Hetta var í byrjanini av línubátatíðini, tá ið tað framvegis var eitt privilegium at sleppa við línuskipi og ikki minst at gerast skipari.

 

Um Grím Kamban

Grímur Kamban var bygdur á Hat­løs Mekaniske Verksted í Ulsteinsvik. Hann var 116 føtur langur, 25 føtur breiður og 12 føtur djúpur. Støddin var 291tons brutto, og var kann tískil nakað størri enn systirskipini Beinir og Brestir. Hann tók 200 tons av saltfiski, meðan hinir tóku 160 t. Motorurin var ein Alpha Diesel, sum var 420 hestar.

Grímur Kamban var fyrsta skipið, sum varð bygt gjøgnum Ognarfelagið. Tað vóru Jens Christian Johannesen, stjóri á Fiskasøluni, Johan Dahl, reiðari í Vági, og Leif Waagstein, sakførari, sum fingu hugskotið at stovna hetta felag. Endamálið var at standa fyri bygging av nýggjum skipum. Hetta var eisini gjørt fyri at lætta um kravið til eginpening. Hetta krav var 10%, og gjørdi tað trupult hjá monnum at lata skip byggja í eini tíð, tá ið eginpeningurin skuldi leggjast á borðið.

Ognarfelagið var stovnað í 1957, lutapeningurin var 1,5 milliónir krónur. Teir størstu eigararnir vóru fiskasølan og tryggingarsambandið. Stjóri var Leivur Gregersen. Tilsamans 23 línuskip vórðu bygd gjøgnum Ognarfelagið, sum varð avtikið í 1964.

 

Við Grími Kamban

Tann sum skrivar hesa frásøgn var sjálvur við Grími Kamban í 1964, tá hetta at sleppa við línuskipi ikki longur var so forkunnugt. Tá fór eisini at standa á at fáa fólk. Hetta var seinasti túrur hjá Wolfang við Grími Kamban.

Hann var ein góður og fittur skipari at vera saman við. Tað kann verða nevnt, at á hesum túrinum varð roynt at ganga tveyskiftisvakt, nakað sum ikki var mett at vera møguligt frammanundan. Men tað fekst staðfest, at hetta bar til við lagaligheit.

Wolfang segði einaferð, at tað at gerast skipari á línuskipi, tá ið Grímur Kamban kom, var sum at verða næstur kongi. Soleiðis var tað sum sagt eisini hjá fiskimonnum.

Í 1965 fekk Grímur Kamban kraftblokk, og gekk hetta væl fyrstu árini. Men tey gomlu kraftblokkaskipini vórðu seld til Danmarkar, sum tá fór at byggja upp ein nótaflota. Grímur Kamban varð eisini seldur til Danmarkar í 1973. Hann kom ikki at vera leingi á kraftblokkaveiðu. Tíðin var longu lopin frá hesum slagnum av nótaskipum. Tað seinasta, sum hoyrdist frá Grím Kamban, var, at hann varð tikin sum narkosmuglaraskip!

 

Aftaná Grím Kamban

Wolfang bygdi sjálvur 20 tonsaran Akursker mitt í 60-unum. Minnist hann prátaði nógv um, at tað var ein dreymur hjá honum at sleppa at rógva út.

Aftaná Akursker róði hann út við Sigtór, sum var ein lítil útróðrarbátur, sum fleiri av beiggjunum vóru við í.

Hann var eisini á Bornholm, har hann fiskaði hjá kenda undangongumanninum Ole Basse Mortensen. Teir royndu við gørnum eftir sild. Annars vildi Wolfang ikki hoyra um trol. Hann helt, at tað fór at síggjast við øllum ensku trolarunum, sum høvdu verið undir Føroyum.

Heilt slepti hann kortini ikki línubátunum. Eftir Grím Kamban førdi hann eisini Magnus á Gørðunum og Dagstjørnuna. Hann sigldi eisini onkuntíð við Norðstjørnuni og Nornagesti, og viðhvørt loysti hann eisini Thorvald av sum skipara.

Seinasta skipið hann førdi, áðrenn hann gjørdist sjúkur og gavst at sigla, var Polarstjørnan, sum Pf. Kjølbro átti. Sjúkutilburðin fekk hann á einum ísfiskatúri við hesum skipi í mars 1974 undir Íslandi.

 

Meira um Havfrúnna

Vit hava longu havt eina drúgva grein um Havfrúnna, har Wolfang var skipari. Men kortini er okkurt, sum kann verða lagt afturat, og tað verður tikið við her. Mynstrað varð 10. september 1949 á Eiði. Seinni vórðu nakrir mans mynstraðir afturat í Havn.

Tað hendi jú tað, at skipið í ódnarveðri fór á land á Norðlandinum, men tað eydnaðist eftir eitt framúr gott bjargingaravrik at bjarga allari manningini.

Ein hetja í hesi søgu er fjarritarin á Siglufjarðar radio, sum av orsøkum, sum eingin veit, bíðaði við at fara til hús hetta vanlukkukvøldi, og sum tí hoyrdi neyðarkallið. Tískil var hann eisini sum fjarritari við í bjargingini.

Hann fekk seinni soljóðandi viðurkenning frá donsku sendistovuni í Reykjavík:

 

Reykjavík, 3. februar 1950

Hr. telegrafist Halldór Gestson

Siglufjørð radiostation.

På den kongelige danske regerings og det færøske landsstyres vegne har jeg den ære og glæde at udtrykke en tak for den dygtige og opofrende indsats, som de under yderst vanskelige forhold ydede for at hjælpe besætningen på m/k Havfrúgvin natten til den 16. oktober 1949.

 

Í 1994 vóru Wolfang og bróðurin Ingolvur og teirra húski á Siglufirði, har teir høvdu tilhald á einum bóndagarði. Fjarritarin Halldor Gestson hevði frætt, at føroyingar vóru komnir, og hann kom beinanvegin at spyrja eftir Wolfang og Ingolvi. Jú, teir fingu eitt prát saman og mintust hesa hending.

Wolfang handaði tá formanninum í Siglufjarð­ardeildini av Slýsarvarnarelag Íslands eina minnisplátu á eini samkomu, har nógv fólk var samankomið í felagshúsinum

 

Innskriftin var:

3. juli 1994.

Bjargingin av Havfrúnni náttina 16.-17. oktober 1949.

Sum tøkk fyri bjargingaravrik og hollan stuðul ogni eg Slysavarnarfelag Íslands á Siglufirði hesa plátu.

Skiparin Wolfang Andreasen

 

Formaðurin las úr gerðarbókini frásøgn frá bjargingini.

Her var sagt, at hetta var ein tann torførasta bjargingin, bjargingarfelagið á Siglufirði hevði útint. Veðrið var so ringt, og leiðin á vanlukkustaðið var drúgv upp um fjøll.

Í goymslum sínum við gomlum lutum goymir bjargingarfelagið tann stólin, føroyingarnir vórðu bjargaðir í land í og somuleiðis goyma teir sendaran á Havfrúnni.

Sum viðurkenning gav Føroya Vanlukkutrygging bjargingarfelagnum kr. 5.000 og eina minnisplátu. Fyri peningin keypti felagið millum annað eina byrsu at skjóta línu við, og er hetta eitt týdningarmikið amboð í samband við bjarging. Tann plátan, sum fylgdi við, hekk fyrst í kirkjuni men hongur nú í Slysavarnarfelagshúsinum.

Thordur Tordarson keypti vrakið av Havfrúnni fyri kr. 3.000, og seldi tangar og annað fyri kr. 12.000.

Í 1998 hevði Edvard í Skorini Joensen av Eiði eina samrøðu við Frederik Ejdesgaard av Eiði, sum eisini var við Havfrúnni. Um sjálva hendingina er hansara frágreiðing lík henni, sum vit longu hava havt. Frederik letur væl at, hvussu blíðir íslendingar vóru, meðan teir bíðaðu eftir farti heim. Teir sluppu ókeypis í dans. Tað var valstríð, og allir flokkar bjóðaðu manningini við á politiskan fund, hóast ongar atkvøður vóru at heinta.

Tað var illveður, tá ið teir fóru úr Reykjavík við Drotningini. Ein danskur bátur var farin á land í Vestmannaoyggjunum. Har var lagt inn at taka manningina umborð.

Tískil fór Drotningin úr Íslandi við manningum á tveimum burturgingnum skipum.

Í 1988 var lærarinna av Siglufirði á vinarbýarstevnu á Eiði. Hon segði, at Havfrúgvin var ikki farin heilt fyri einki. Til dømis vóru skápini í køkinum hjá henni gjørd úr deksplankum á Havfrúnni. Onk­ur annar hevði eisini gjørt sær borð úr tilfari av skipinum. Eiðisfólk hava eisini verið á vinarbýarstevnu á Siglufjørðinum og hava havt heim við sær sprek av Havfrúnni.

Wolfang plagdi eisini at greiða frá hesi hending heima við hús. Tórun minnist hann hava sagt, at tað likamliga var ein sera drúgvur og tungur túrur um Siglufjaðarskarð, millum annað tí, at klakin um beinini var tjúkkur sum tunnur!

Wolfang fekk tvær døtur Tórun og Tordis. Tórun sigur, at pápin var nógv burtur, men tá ið hann var heima, so gekk hann uppí heimalívið við lív og sál.

Upprunaliga búðu tey í Runavík, men tey fluttu til Havnar í 1968. Wolfang bleiv sjúkur 1974, men kom seg hampiliga væl. Hann arbeiddi m.a. á Bacalao, og róði eisini út við Jakku á Sundi. Wol­fang andaðist 2. aug. 1995.

Kona Wolfang var Anna f. Petersen, sum var ættað úr Rituvík.

 

Kaysten fekk váta grøv

Kaysten var eisini á sjónum stóran part av síni tíð. Hann átti ein motorbát undir krígnum, sum hann var formaður á. Hann fiskaði so óført. Hann dreiv tað eisini sera hart. Eg minnist, tá ið hann plagdi at royna á Norðhavinum. Men gjørdist ættin norðan, og harvið ring ætt norðanfyri, var hann skjótur at fara vesturum, og har gekk eisini væl hjá honum.

Hann var skipari aftaná kríggið á Grønhólmi, sum var ein snurriváðbátur, sum Hendrik Egholm í Streymnesi keypti.

Hetta var í 1946 um várið og hevur Jakku á Sundi greitt frá hesum í røðini í Miðvikuni, har hann greiddi frá sínum lívi til sjós. Tá ið teir koma yvir móti Suðurlandinum fingu teir heilt ringt ódnarveður. Hetta var ringasta veður Jakku hevði upplivað. Men teir komu tó burtur úr tí í øllum góðum.

Seinastu árini koyrdi hann hýruvogn. Hann fekk eina váta grøv. Hann var ein dagin farin á flot at skjóta fugl. Báturin varð funnin aftur við ongum manni. Glúpurin at taka skotna fuglin við var burtur. Kanska hevur hann toygt seg ov langt og er dottin fyri borð.

Kaysten var giftur við Solveig f. Olsen.

 

Gott samband við Ísland

Sum kunnugt var mamma mín íslendsk, og hetta gjørdi, at vit komu at hava nógv samband tann vegin.

Eg minnist eina ferð eg sigldi við farmaskipi og komi inn í Harbour Grace í New Foundlandi. Ein íslendskur bátur var frammanfyri okkum. So kallaði eg á hann í VHF-inum. Vit prátaðu so saman báðir. So sigi eg við hann: ”Tekkir tú Snorra Sveinsson?” Tá var hetta júst Snorri, sum var á linjuni. Vit vóru bestu vinir, og eg var javnan inni hjá teimum á Siglufirði. Tá kom rættulig gongd á prátið okkara millum. So lítil er verðin.

Vit hava eisini havt nógv samband við ættina. Mamma hevði fimm sysktin, vit vóru 14, so ættin var stór í báðum londum.

Tískil skipa vit regluliga fyri ættarmóti, skiftisvís í Føroyum og í Íslandi. Fyrsta árið var 1984, og vit hava tvær ferðir verið í hvørjum av londunum. Komandi ár verður farið til Íslands. Hesar ættarsamkomur hava verið sera væl umtóktar, og ættirnar eru komnar at kennast sera væl. Luttakaratalið hevur verið upp til 200. Vit verða sera væl móttikin í Íslandi, og vit taka eisini væl ímóti okkara íslendsku skyldfólkum, tá ið tey koma higar.