Tormóður Stórá
formaður
????????????
Í Sosialinum fríggjadagin er samrøða við stjóran á Restorffs Bryggjarí, Johan Mortensen, sum er firtin um, at øl hansara ikki verður selt í Føroyahúsinum i Keypmannahavn. Í samrøðuni verða settar fram grovar, ógrundaðar og beinleiðis ósannar skuldsetingar móti leiðaranum í Føroyahúsinum, og skal tí verða komið við hesi viðmerking.
Johan Mortensen hevur rætt í, at tað í løtuni ikki verður selt øl frá Restorffs Bryggjarí í Føroyahúsinum. Um orsøkirnar til tað verður víst til viðmerkingina, sum leiðarin í Føroyahúsinum, Martin Fjallstein, fekk høvi til at gera í sama blaði. Hetta hevur stjórin á Restorff fingið at vita áður, men tá honum ikki hóvar svarið, leggur hann í staðin leiðaran undir óheiðurligt virksemi.
Tá Johan Mortensen førir fram, at talan er um "alment svans", og at leiðarin selur øl fyri "egna rokning og vinning", at hann "nýtir sessin til privat áhugamál" og at tað eru "privat og peningalig áhugamál" sum eru avgerandi, so er talan um beinleiðis ósannar skuldsetingar.
Vert er at sláa fast, at Føroyahúsið í Keypmannahavn er ein sjálvsognarstovnur, sum ræður sær sjálvum, eisini um hann fær almennan stuðul. Hetta vevur Johan Mortensen upp í ein ellubita, og fær tað til, at tann sum fær almennan stuðul eisini pliktar seg til at keypa frá øllum teimum, sum framleiða somu vøru.
Dugi ikki at síggja upprunan til hesar illgitingarnar um at leiðarin í Føroyahúsinum skal vera farin undir at reka privata vinnufyritøku, sum skal liva av at selja vøru til Føroyahúsið. Kanska hevur Johan Mortensen fingið tað skeivt í hálsin, at leiðarin hevur fingið almenna góðkenning til at innflyta øl. Søguliga frágreiðingin um tað er, at føroysk øl (frá Føroya Bjór) í skjótt nógv ár hevur verið selt í Føroyahúsinum og hevur verið ein eftirspurd vøra. Í fleiri ár varð hetta keypt frá einum innflytara á Vesturbrúgv, men tá hon doyði og fyritøkan gavst, bar ikki til at keypa føroyskt øl í Danmark. Kannað varð tá um tað var møguligt hjá húsinum at innflyta beinleiðis (og soleiðis sleppa undan millumhandlara), men hetta kravdi, at onkur persónur varð góðkendur av myndugleikunum sum øl-innflytari. Avrátt varð, at leiðarin skuldi góðkennast sum innflytari, men tað kundi líka so væl verið onkur úr t.d. nevndini í húsinum. Nevnast kann, at tað eisini er í øðrum viðurskiftum, at neyðugt er við persónligari góðkenning í sambandi við tað virksemi, sum Føroyahúsið rekur. Men um tað so er nevnd ella leiðari sum leggur persónligan rygg til, so er tað fyri at fáa virksemið í Føroyahúsinum at bera til, og ikki fyri at lívga sær sjálvum.
Góðkenningin sum innflytari var sostatt í eginleikanum sum leiðari í Føroyahúsinum og ikki sum privatur umboðsmaður. Hetta hevur verið gjørt tey seinastu seks-sjey árini, og hava vit ikki sæð nakran trupulleika í tí.
Tað harmar okkum almikið, at ein buldrutur sølumaður, sum kennir seg settan til viks, á hendan hátt sleppur at dálka leiðaran í Føroyahúsinum, Martin Fjallstein, sum í fleiri ár hevur lagt alla sína orku í truplu uppgávuna at skapa eitt fyrimyndarligt Føroyahús í Keypmannahavn. Harmiligt er eisini, at Sosialurin so ókritiskur letur seg brúka í hesi buldur og brak marknaðarføringini og fyllir forsíðu sína við heilaspuna.
Vegna nevndina fyri Føroyahúsið í Keypmannahavn
Tormóður Stórá, formaður









