næstbesta liðið hjá Víkingi. Málið og úrslitið bar við sær, at B71 slapp undan hóttanini av niðurflyting. B71 hevur 30 stig, og HB hevur 26 stig. B36 og Skála, sum hava ávikavíst 27 og 28 stig, eru í kapping [...] hevur 52 stig, og KÍ hevur 54 stig. 27. umfar fríggjadagin 25. oktober: EB/Streymur – B36, Víkingur – Skála, NSÍ – B71, B68 – KÍ og 07 Vestur – HB.
millum B71 og NSÍ. B71 og NSÍ eru einastu liðini við fullum stigatali, seks stigum aftaná tvey tey fyrstu umførini. Fimm altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum B71 og NSÍ hava B71 sum [...] sum favoritt at vinna dystin. Oddsini upp á heimasigur til B71 liggja millum 1,44 og 1,55. Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,33 og 5,70. Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 3,97 og 4,40. HER
hevur Víkingur skorað til 1-0. Harvið er tað ikki møguleiki fyri, at B71 kann sleppa av næstaftasta plássi. Tískil er tað greitt, at B71 næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini. Málskjútti var Sam
hjá monnum millum B71 og FC Hoyvík inni í Dal á Sandi. B71 er nummar sjey í deildini við 18 stigum. FC Hoyvík er aftast í deildini við bert fýra stigum. Oddsini upp á heimasigur til B71 liggja millum 1,30
mál skorað, tá ið árstalsfeløgini B71 og B68 seinnapartin hittust á Sandi. Undan steðginum hevði B68 tríggjar góðar málmøguleikar, og beinanvegin eftir steðgin var B71 tvær ferðir tætt við, men tað endaði [...] dystinum ímóti Víkingi 26 stig. B36 hevur 27 stig, og Skála hevur 28 stig. Bæði B36 og Skála hava ein dyst eftir. Í síðsta umfari skal B71 spæla á útivølli ímóti NSÍ. B68 hevur 35 stig og er og verður [...] framvegis er vandi fyri, at B71 fer at flyta niður úr næstbestu deildini. Um HB í kvøld tapir á heimavølli ímóti Víkingi, so verður vandin burtur fyri, at B71 kann flyta niður. B71 hevur 30 stig, og HB hevur
Skála roynir at leggja trýst á B71 fyri at javna, og nú eru fyritreytirnar betri, enn tær hava verið. Fýra minuttir fyri leiklok er álopsspælarin Gudmund Nielsen rikin av vølli. Eftir at dómarin hevði [...] Gudmund Nielsen longu frammanundan hevði sæð gula kortið, og tí noyddist dómarin í reyvalumman, og so er B71 undirmannað síðstu løtuna.
B71 er steypavinnari fyri gentur 16B. B71 vann steypafinaluna ímóti Mjølnir, í einum spennandi dysti. B71 kom sera væl frá byrjan og legði seg væl framum Mjølnir í 1. settið. Mjølnir kom tó nakað við aftur [...] aftur og settið endaði 25-19 til B71. Líknandi støða var í 2. settið, har B71 leingi sá út til at vinna rættuliga greitt, men Mjølnir bardi seg upp á 25-25. B71 megnaði tó at svara aftur og vann settið [...] settið og steypið við 28-26. Dagsins leikari hjá B71 bleiv Lilja E. Højsted og dagsins leikari hjá Mjølnir bleiv Lisa T. Venned. ##med2##
Í dag vann B71 2-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur. B71 hevur nú 18 stig og er á triðja plássi. 07 Vestur hevur framvegis ongan dyst vunnið, og úrtøkan hjá vágaliðnum er eitt stig. Tølini [...] heimamenninir. Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið B71 fekk hol á. Málskjútti var 17 ára gamli Jónatan Kjærbo, sum skoraði fyri triðju ferð í ár. B71 var frammanfyri inntil í 69. minutti. Tá javnaði 07 [...] 07 Vestur við brotssparki, sum Predrag Jeremic umsetti til 1-1. Sigursmálið skoraði B71, tá ið tað restaðu átta minutti. Málskjútti var Tijani Mohammed eftir upplegg frá Suna Herman Petersen. Hetta var
Tað er gott lag á sandoyingunum, sum í góðveðrinum eru staddir í Klaksvík. B71 legði seg á odda, tá ið tveir minuttir vóru farnir. Málskjútti var Tummas Pauli Olsen.
Tíggju minuttir undan leikloki er fyrsta málið skorað í botndystinum á Skála, har B71 vitjar. Tað eru sandoyingar, sum hava lagt seg á odda. Málið skoraði Símun Hansen við brotssparki. Nú roynir Skála