B71 eigur góð minni í Gundadali

Í 2. umfari í 2007 vitjaði B71 í Gundadali hjá HB. Ta ferðina hilnaðist tað væl hjá sandoyingum, sum fóru suður aftur við trivaligum 3-0 sigri.

Í dag vitja Eli Hentze og hansara menn aftur HB. Sandoyingar eru so væl fyri, sum tað ber til at vera hjá teimum. Allir spælararnir eru tøkir.

- Stórar avbjóðingar eru við til at gera fótbóltsspælið so spennandi, sum tað er. Undanfarnu árini hava vit ferð eftir ferð fingið góð úrslit ímóti teimum stóru. Í ár hava vit fleiri royndir, enn vit høvdu í fjør. Vit vilja fegnir hava stig við okkum suður aftur, men tað verður torført. Eingin ivi er um, at HB er favorittur, sigur B71 venjarin Eli Hentze.

HB venjarin, Rúni Nolsøe, ásannar, at B71 aftur í ár er so mikið væl fyri, at tað ikki kann roknast við øðrum enn torførari uppgávu:

- Tað er einki at ivast í, at vit hesa ferð fara at fáa okkum nógv meiri royndar, enn vit hava fingið í landskappingardystinum ímóti Skála og steypadystinum ímóti TB, men vit gleða okkum til torføru avbjóðingina, sigur HB venjarin.

Ivi hevur verið um fleiri HB spælarar. Men bonkurin er stinnur, og teir, sum sleppa framat, tí aðrir eru skaddir, fara sjálvandi at gera alt fyri at sannføra venjaran um, at hann eisini næstu ferð skal geva teimum kjansin.