B71 brendi risamøguleikar

B36 ? B71 1-0 (0-0):
Sandoyingar munnu iðra seg stórliga eftir tapið móti B36 í Havn leygardagin. B71 hevði fleiri risastórar málmøguleikar í seinna hálvleiki, men einki bar til. B36 fekk einasta málið og er nú við í oddastíðnum

2. deild

Vónirnar um uppflyting hjá B71 fingu eitt skot fyri bógvin, tá liðið tapti 1-0 móti B36 í Havn. B71 var ein av favorittunum til uppflyting undan kappingarárinum, men liðið hevur longu tapti tríggjar av teimum seks dystunum í landskappingini.
Við sigrinum fór B36 framum B71, og havnarliðið hevur enntá spælt ein dyst færri enn hini liðini.
Tað var B36, sum hevði munin í fyrra hálvleiki, men málmøguleikarnir vóru ikki nógvir í tali. B36 fekk ein gyltan møguleika at leggja seg framum heilt tíðliga í dystinum. Dómarin metti, at ein B71-ari hevði skumpað ein mótstøðumann í brotsteiginum, og hann dømdi brotsspark.
Valdemar Novicki las tó skjúttan av og bjargaði. Bólturin datt tó fyri føturnar á einum B36-ara, sum royndi seg við skoti, men málverjin bjargaði. Í triðju atløgu fekk B36 aftur skot á, men málverjin bjargaði eisini triðja skotinum. Sera gott málmansspæl frá pólverjanum. B71 skapti ikki nógv frameftir vøllinum í fyrra hálvleiki, meðan B36 hevði onkran møguleika.

Lívligt eftir steðgin
Eftir steðgin gjørdist dysturin meira opin, og álopini gjørdust alt meira vandamikil, sum dysturin leið. Sera heitt var í Gundadali henda seinnapartin, men ferðin var tó høg allan hálvleikin.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki hendi ikki so nógv, men bæði liðini lógu framvið. Tá hálvleikurin var hálvrunnin fekk B36 avgerandi málið. Mortan Johannesen og Ib Mohr Olsen dystast í brotsteiginum um ein bólt, sum heldur tilvildarliga dettur fyri føturnar á Helga Jacobsen, sum júst var innskiftur. Hann langar til fyrstu ferð, og hesuferð fór bólturin framvið tí annars stinna málverjanum.
B71 fekk ein veruligan hvøkk av hesum málinum og sendi nógv fólk fram á vøllin. Tað eydnaðist so sanniliga sandoyingum at skapa nakrar málmøguleikar, men í netið fór bólturin ongantíð, hóast B71 hevði óteljandi málmøguleikar móti endanum.
Einaferð brast bólturin á tvørstongina, og stongin varð eisini rakt, men hepni var ikki við teimum. B71 mundi hava einar fimm møguleikar, sum aðrar dagar høvdu givið mál. Antin bjargaði Magnus Poulsen í málinum, ella raktu teir ikki málið.
Av tí at B71 sendi alt sítt fólk fram, gjørdist meira opið í hinum endanum, men B36-ararnir vóru ikki nóg neyvir og stóðu ofta rangstaddir. B36 fekk einaferð bóltin í netið, men linjuverjin vinkaði fyri rangstøðu.
B36 vóru sera fegnir um sigurin, og liðið er nú við aftur í oddinum, meðan B71 misti eitt fet í stríðnum um uppflyting.

B36 ? B71 1-0 (0-0)
1-0: Helgi Jacobsen