Fótbóltur
Tá B71 í fjør flutti niður úr Formula-deildini, merkti hetta eisini, at fleiri av spælarunum hjá felagnum valdu at leita sær avbjóðingar aðrastaðni.
Gudmund Nielsen fór til meistaraliðið, EB/Streym. Símun Rógvi Hansen valdi at flyta til HB. Og Rasmus Nielsen er eisini at síggja í høvuðsstaðarøkinum, nú hann spælir við AB.
Allir tríggir dømi um evnaríkar spælarar, sum heilt víst høvdu havt ein stóran leiklut hjá B71, um teir valdu at halda fram í gulu troyggjuni.
Áður hevur felagið, sum hevur uppalt slíkar spælarar, staðið við sviðusoð, tá spælaraflýggjan hevur gjørt um seg, men fyri at verja – serliga smærru – feløgini, kom nýggj leikarareglugerð í gildi í fjør heyst. Ein reglugerð, sum ásetti, hvussu avgevandi felagið skuldi samsýnast, um spælari yngri enn 23 ár valdi at skifta.
Bert EB/Streymur hevur goldið
Í B71 roknaðu tey seg fram til, at felagið átti 37.500 kr. fyri Gudmund Nielsen og tað sama fyri Rasmus Nielsen, meðan HB skuldi av við 50.000 krónur fyri spæliloyvið hjá Símun Rógva Hansen.
Av hesum íalt 125.000 krónunum, er tað tó bert EB/Streymur, sum hevur goldið nakað til B71.
- Vit hava roynt at rykt eftir hinum pengunum, men enn hevur tað ikki munað, og tað er sjálvandi nóg so irriterandi hjá okkum, sigur Ragnar Fossdalsá, formaður í B71.
- Talan er jú um spælarar, sum vit hava lagt stóra orku í. Bara tað at hava væl útbúnar venjarar kostar jú hundraðtúsundtals krónur á hvørjum ári, og tí halda vit tað vera sjálvsagt, at reglurnar um endurgjald fyri spælarauppaling verða fylgdar. Men tað hava tær so ikki verið av AB ella HB higartil, sigur hann.
Málini ikki avgreidd
Hjá FSF er tað umsitingin, sum skal halda skil á leikarareglugerðini, og Ísak Mikladal, aðalskrivari váttar, at tað eru tvey mál um spælarar hjá B71.
- Málini eru tó ikki heilt so einføld. Leikarareglugerðin kom í gildi í fjør, og ein spurningur er, um sáttmálarnir hjá Rasmusi Nielsen og Símun Rógva Hansen koma undir nýggju reglugerðina ella ikki. Vit hava biðið um løgfrøðisliga meting av hesum báðum málunum, og tí fái eg ikki í løtuni sagt, um ella hvussu nógv HB og AB skulu betala til B71. Tá vit hava løgfrøðisligu metingina, kunnu vit gera úrskurð í málinum, men hesin úrskurðurin kann so kærast til Aganevndina, um feløgini ikki eru samd, sigur Ísak Mikladal.