Tað var oddaliðið í 2. deild, sum spældi ímóti botnliðnum, og hóast tað ikki sást á úrslitinum, at munurin var so ógvuliga stórur ? B71 vann 2-0 ? so var tað serliga í 2. hálvleiki stórur munur á spælbýtinum. Tá hevði NSÍ bara ein stóran møguleika at fáa mál, og teir fingu eisini bóltin inn um Valdemar Novisci, men linjuverjin kolldømdi málið. Tað vóru teir í Runavík alt annað enn nøgdir við. Jack Jakobsen, sum hesa ferð var í álopinum saman við Sonna L. Petersen, stóð rangstaddur, tá hann stútaði innleggið úr høgru frá Rúna Rasmussen í málið, men teir mettu ikki, at hann var rangstaddur, tá bólturin varð sendur innfyri. Tað metti linjuverjin, og so var støðan framvegis 2-0.
Tað gekk ein so góð løta, áðrenn yvirvágin hjá heimaliðnum bar úrtøku við sær, at tað var ikki frítt, at kenslan av, at tað kanska fór at enda við, at útiliðið fór at tiltuska sær eitt mál, breiddi seg. Men soleiðis gekk ikki alíkavæl.
Hjá B71 var Páll á Reynatúgvu tryggur aftasti maður. Í álopinum vóru Rúni í Soylu og Torbjørn Jensen (hesin seinni nevndi og Jógvan Jón Petersen fóru eftir vikuskiftið av aftur landinum og vera ikki við aftur komandi leygardag). Eli Hentze sat skaddur á beinkinum.
Tað var miðvallarin í vinstru, Jónsvein Bærentsen, sum skoraði bæði málini. Hitt fyrra stútaði hann afturum seg, tá 25 minutir vóru farnir. Málið kom eftir horna og tvær ferðir út frá NSÍ verjuni.
Seinna málið kom, tá 37 minuttir vóru farnir. Eftir NSÍ málspark vann B71, Rúni í Soylu streyk ígjøgnum í vinstru, og Jónsvein Bærentsen skuldi bara stýra innlegginum í kassan.
Í 2. hálvleiki hevði B71 gott tak á støðuni. Tað sást at onkrir av spælarunum hjá NSÍ vóru ikki í venjing, og Meinhard Poulsen í NSÍ málinum fekk seg fleiri ferðir rættuliga royndan, og hann stóð væl.
Tað sær eitt sindur tungt út hjá NSÍ, sum nú fær vitjan av HB og síðani skal til Leirvíkar.










