B71 brotið semju um FSF-starvsnevndina

Nevndin í B71 gongur sínar egnu leiðir, nú felagið stillar Karl Vidtfeldt upp til starvsnevndina í FSF, hóast feløgini í desember samdust um, at øll nevndin skal skiftast út. Freistin at stilla nevndarlimir upp til nevndina í Fótbóltssambandinum er úti á midnátt í kvøld. Men longu nú tykist greitt, at tað er ikki uttan svørðslag, at onkrir av »gomlu« nevndarlimunum, ið standa fyri vali, geva sessin frá sær.

 

Hetta var annars nakað, øll feløgini samdust um undan aðalfundinum í fjør, og sum tey aftur á fundi í desember vóru samd um. Tá var semja um, at finnast skuldu nýggj valevni fyri Karl Vidtfeldt, Niclas Davidsen og Niklas á Líðarenda.

 

Tvey nýggj valevni komin

Kortini hevur nevndin í B71 nú gjørt av at stilla Karl Vidtfeldt uppaftur, og í skrivi hevur felagið heitt á 15 onnur feløg um at gera tað sama. Hetta er beint ímóti tí, formenninir í feløgunum annars hava verið samdir um, tí tað var, at øll nevndin skuldi skiftast út.

 

Tvey onnur og nýggj valevni, sum eru í tráð við semjuna millum formenninar, eru longu stillað upp. SÍ, SÍF, MB og 07 Vestur hava í felag stillað Jógvan Páll Joensen upp, NSÍ hevur stillað Trygva Mortensen upp, og sum skilst, er okkurt nýtt valevni aftrat á veg.

 

Enn eru næstan seks tímar, til freistin er úti, so nógv kann henda hesar síðstu tímarnar. Nógv samskifti er millum formenninar í løtuni, og tað tykist, sum heldur ein stórur meiriluti av teimum fast við, at øll tann gamla starvsnevndin skal skiftast út.