B71 eigur ikki pengarnar

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Ragnar Fossdalsá í morgun.
Men formaðurin í B71 segði í viðtalu við Norðlýsið hin 22. apríl í ár, at Frankie Jensen hevur sett órímiligt krav.
- Vit kunnu ikki góðtaka at gjalda 290.000 krónur í endurgjaldi, tí vit eiga snøgt sagt ikki pengarnar, segði formaðurin í B71.
Nevndin og Frankie Jensen hava roynt at funnið eina semju, men tað hevur ikki eydnast.