Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, sigur, at hann seinnapartin hevði ein góðan virtuellan fund við Donald Trump, Volodymyr Zelenskij og evropeiskar leiðarar.
Bólturin liggur nú á síðuni hjá Vladimir Putin í samráðingunum um kríggið í Ukraina, sigur Rutte sambært Reuters.
Hann sigur seg eisini virðismeta leiðsluna og samstarvið hjá Trump við amerikanskar samveldismenn.