Í hesi vikuni byrjaði virksemið á Glasi aftur eftir summarfrítíðina. 13. august var fyrsti skúladagur fyri nýggjum næmingum og lærlingum.
- 314 næmingar byrja í ár á einum av breytunum á gymnasialum miðnámi, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt.
Tað siga tey á heimasíðuni hjá Glasi.
- 198 næmingar og lærlingar byrja á einum av breytunum á yrkisnámi í ár. Hesar eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, klædna, FHS og lærlingar innan skrivstovu og handil.
Lagt verður aftrat, at fimm næmingar eisini byrja á serbreytini á Glasi í ár.
- Á hægri námi byrjar ein bólkur við fíggjarbúskapi seinni í august, umframt á partíðarútbúgvingum, sum hægri nám á Glasi eisini hevur, siga tey á skúlanum í dag