B71 bjóðar av í toppinum

1. DEILD: Clayton Soares skoraði hattrikk og styrkti um sína støðu sum toppskjútti, tá ið sandoyingar vunnu á heimavølli ímóti EB/Streymi

Ásetingarnar siga, at tað í hvussu so er flytur eitt lið upp í bestu deildina, og at tað kunnu flyta tvey lið upp. Treytin fyri beinleiðis uppflyting hjá næsta liðnum er, at tað endar á heiðursmerkjaplássi. Um tað endar millum nummar fýra og átta verður talan um endaspæl um pláss í bestu deildini ímóti næstaftasta liðnum í bestu deildini.

 

Skála, sum í dag er gestur hjá B36, er stórfavorittur at flyta upp. Hitt plássið kappast B71 og AB um.

 

Í dag hevði B71 vitjan av EB/Streymi, ið er næstaftast. B71 vann 5-1. Tað ber við sær, at sandoyingar hava 19 stig og eru á triðja plássi. NSÍ er á fjórða plássi við 17 stigum, og AB, sum 2. hvítusunnudag skal til Vágs, hevur 16 stig.

 

Hálvleiksstøðan var 2-1.

 

Aftur í dag var Clayton Soares lyklaspælari hjá B71. Hann var trífaldur málskjútti og er toppskjútti í deildini við 14 málum, sum hann hevur skorað í 10 dystum.

 

Clayton setti hol á, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Seks minuttir seinni økti Joel Vazques um munin til 2-0, og tíggju minuttir undan steðginum minkaði Sørin Wardum um munin til 2-1.

 

Clayton Soares økti um munin til 3-1 tveir minuttir eftir steðgin, og síðstu lítlu løtuna skoraði heimaliðið tvær ferðir aftrat. Málskjúttar vóru Joel Vazques og Clayton Soares.