B71 ¤¤
B68 ¤¤¤¤
-------
Longu í steðginum sást hvønn veg tað bar, tó so B71 var væl við ta fyrstu løtuna, og teir høvdu nakrar góðar atsóknir, men Tórður Thomsen í B68-málinum vísti sínar dygdir. Frægari gekk hjá B68 at fáa úrtøku úr sínum málmøguleikum. Tá eitt stórt korter var farið av fyrra hálvleiki legði Jónleif Højgaard B68 á odda, aftaná eitt frálíkt einmansavrik. Undan málinum hjá Jónleifi hevði B68 havt tvær málroyndir á tvørttræið. Tá 35 minuttir vóru farnir økti Ahmed Keita til 2-0, tá hann sera hegnisliga saksasparkaði bóltin í málið. Hetta gjørdi Ahmed Keita við rygginum ímóti málinum. Talan var um eitt av teimum betri málunum, sum eru skoraði í ár.
B71 royndi
B71 gjørdi eina roynd í seinna hálvleiki at bøta um støðuna, og teir fingu lagt B68 undir eitt ávíst trýst. B68-verjan stóð kortini væl, og tað sum B68-verjan ikki fekk vart fyri, tað tók Tórður Thomsen sær av. Tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini økti Bjarki Johannesen til 3-0. Hann fekk eina góða sending frá Remi Langgaard, sum spældi Bjarka frían. Bjarki hevði bert verið á vøllinum nakrar fáar minuttir, tá hann staðfesti sigurin fyri toftamenn. B71 hevur 10 stig upp til 07Vestur á næstaftasta plássinum, og 12 stig upp til HB á triðaftasta plássinum. Hesi bæði liðini møtast innanhýsis sunnudagin í einum lagnudysti, sum fer at fáa týðandi ávirkan á hvat lið skal fylgja B71 niður í næstbestu deildina. Ì fjør bjargaði B71 sær á seinasta leikdegi, men tað verður av ongum hesaferð.
---------
B71-B68 0-3 (0-2)
0-1: Jónleif Højgaard 18.
0-2: Ahmed Keita 35.
0-3: Bjarki Johannesen 77.
Dómari: Dagfinn Forná
B71: Símun Rógvi Hansen - Andrezej Kazimierz Bednarz, Bojan Zivic, Allan G. Tungá, Poul Kjartan Dam - Mikkjal T. Hentze (Marcus Klementsen, 73.), Gudmund Nielsen, Bogi Hermansen (René Clementsen, 73.), Høgni Midjord (Thomas Hans Rubeksen, 67.) - Tijani Mohammed, Bakari Bojang
Gult kort: Høgni Midjord
B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Oddur Højgaard, Christian Stokholm (Jóhan Dávur Højgaard, 84.), Niclas Joensen - Jónleif Højgaard (Bjarki Johannesen, 69.), Jann Ingi Petersen, Ndende, Remi Langgaard - Keita, Kristian Anton Andreasen (Haraldur R. Højgaard, 81.)
Gult kort: Jann Ingi Petersen
--------