Aftenposten, at eftirlitið hevur alla tíðina ivast í, at oljufeløgini eru før fyri at halda reglurnar, sum eru settar fyri leiting í Barentshavinum. Víst verður á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at olja er likin [...] hildin at vera sera skaðilig fyri umhvørvið, og tað er álagt feløgunum at hava eina skipan, sum forðar fyri, at hendan oljan kann renna út í havið. Thorild Widwey, oljumálaráðharri, heldur, at oljufeløgini [...] Norsku myndugleikarnir hava bannað Statoil at halda fram við oljuleitingini í Barentshavinum, fyrr enn dálkingareftirlitið hevur kannað, hvussu tað kundi bera til, at leitingarpallurin "Eirik Raude" misti
tekin um, at mann hevur ov veikar politikarar. Tað dugi eg ikki at síggja, at vit hava í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. -- Myndatekstur: Stjórnmálafrøðingurin Sjúrður Skaale finst at, at politikarar [...] Tað má liggja á einum hvørjum politikara í síðsta enda at taka eina rationella avgerð í einum máli. Men eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at ein løgtingsnevnd til dømis biður um metingar frá serfrøðingum [...] til brúk í politiska retorikkinum, og at hesir advokatar nærum hava patent upp á sannleikan. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur, at tað er onki forgjørt í at biðja um metingar frá serfrøðingum Mynd:
helt eftir dystn, at higartil í ár hevur B36 ikki megnað at skapa nóg nógvar málmøguleikar móti liðum, ið standa kompakt afturi á vøllinum. - Vit noyðast at taka í egnan barm og ásanna, at vit ikki hava dugað [...] ongantíð spælið at koyra, og vit megna ongantíð at spæla teir út, greiðir Mikkjal Thomassen frá. Sjálvur heldur Mikkjal Thomassen, at í dystunum móti bæði TB og NSÍ valdu mótstøðuliðini at dúva upp á kontraálop [...] vísir seg, at tá ið vit spæla móti liðum, sum eisini hava hug til at spæla, so er tað heilt øðrvísi. Tá ið vit til dømis spældu móti Skála í steypakappingini, høvdu skálamenn eisini hug at spæla fótbólt
nýggjari bók, at Colin Powell, uttanríkisráðharri, hevði lítlan hug at leypa á Irak, og at hann royndi at draga málið út. Men tað avsannar Powell. ? Eg ivaðist ikki, og eg royndi ikki at draga málið út [...] Watergate-gøluna, sum at enda noyddi Richard Nixon, forseta frá. Nú hevur hann skrivað bókina "Plan of Attack" um amerikonsku avgerðina at leypa á Irak. Í bókini skrivar hann millum annað, at George W. Bush, [...] forseti, tók avgerð um at leypa á Irak longu í januar, og at saudiarabiska sendistovan fekk boðini um avgerðina tann 11. januar. Eisini hetta avsannar Colin Powell. Hann heldur uppá, at avgerðin bleiv ikki
tað neyðuga løgfrøðiliga grundstøðið, og at dómar-arnir kunnu metast at vera óheftir. Bretska stjórnin gjørdi longu sunnudagin vart við, at hon góðtekur ikki, at Saddam Hussein verður dømdur til deyða. [...] evropeiskir politikarar hava skotið upp, at Saddam Hussein kemur fyri altjóða krígsbrotsmannadómstólin í Haag, men tað verður ikki hildið, at amerikanararnir fara at góðtaka tað. [...] kunngjørdi, at gamli irakski leiðarin verður drigin til svars fyri gerðir sínar. Men hann vildi ikki siga, nær og hvar tað verður gjørt. Stutt eftir segði Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, at Saddam Hussein
hátturin at fáa broytt ríkisrættarligu viðurskiftini. Tí fara vit á Fólkatingi at nýta orku til at greiða dønum frá innihaldinum í uppskotinum um sjálvstýrislóg. Sjálvstýrislógin skal greitt áseta, at Føroyar [...] á Fólkating. Men í staðin fara vit at brúka røðarapallin á Fólkatingi til at fáa loyst trupulleikar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Vit eru sannførd um, at uppskot Javnaðarfloksins um eina [...] sum høvuðsendamál at greiða dønum frá føroyskum samfelagsviðurskiftum og føroyska fólkaynskinum um broytingar í politisku og rættarligu viðurskiftunum landanna millum. Vit fara ikki at draga heimligu t
sat í landsstýrissessinum, at hann boðaði frá, at ætlanin var at flyta Stuðulsstovnin úr Havnini inn í Eysturoynna. ? Sum tað skiltist á landsstýrismanninu, so var ætlanin, at heimstaður Stuðulsstovnsins [...] Højgaard spyr víðari, at um so er, er so framvegis talan um at flyta hann til Rúnavíkar? Hann vil hava at vita, hvussu langt hetta málið er komið. Tað var ein av seinastu døgunum, sum fyrrverandi landsstý [...] Højgaard. Hann vísir á, at hetta var liður í politikkinum at breiða ein part av almennu umsitingini út um landið. Landsstýrismaðurin undirbygdi uppskot sítt við tí sannroynd, at talan ikki var umstovn,
dystinum, men sjálvur helt landsliðsmaðurin ikki, at hetta hevði nakað við royndirnar at gera. - Tað veit eg ikki. Tað er altíð gott at skjóta mál. At tað so er til 1-0 í eini steypafinalu, ger tað ikki [...] Hetta við at skjóta týdningarmikil mál er annars ikki nakað fremman fyri Jens Kristian. B36 viðhaldsfólkini minnast ivaleyst, at tað millum annað var einum máli frá honum fyri at takka, at árstalsfelagið [...] við týdningin av royndum at gera, er málskjúttin tó ikki so vísur. - Sjálvandi er tað deiligt at skjóta slík mál, men tað hevur ikki so nógv við hatta at gera. Mann roynir bara at vera á staðnum, og so smekka
Edmund heldur, at filmurin var góður, og at hann lýsir væl fólkið, og hvussu vandamikið tað er at lata politikkarar spæla við framtíðini hjá einum fólki. Hann metir, at filmurin lýsir danir at vera hástórar [...] um hann væntar, at nakað kjak fer at standa av filminum, svarar løgtingsmaðurin, at hann verður ikki tikin av bóli, um so verður. ? Vit sum hava verið í politikki í langa tíð, vita, at tað sum kann brúkast [...] nóg stóra hædd fyri ,at í Føroyum er ein stórur partur av fólkinum, ið ikki ynskir seg úr ríkisfelagskapinum. Edmund er eisini av teirri áskoðan, at filmurin er kliptur soleiðis, at mótsetningar millum
forsætisráðharrin segði annan hvítu-sunnudag, at hann ætlar sær at halda fram við royndini at fáa teir víðgongdu palestinsku bólkarnar at semjast um eina vápnahvíld fyri at fáa enda á ófriðinum. [...] higartil hevur gjørt. Teir halda, at ísraelsku myndug-leikarnir ætla sær bert at tøma hakrar ávaringarstøðir og at flyta tey, sum búgva í húsvognum, meðan hini sleppa at verða verandi. ST-aðalskrivarin, [...] og annað hjá niðursetumonnunum, men samstundis kunngjørdi herleiðslan, at teir næstu dagarnar fáa fleiri niðursetufólk boð um at flyta burtur.Gera tey tað ikki við góðum, verða tey flutt við makt, segði