Sjálvstýrislógin besta loysnin

Javnaðarflokkurin vil broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. Men fyri, at tað skal bera til at fáa broytingar í lag, er neyðugt, at vit sleppa burtur úr politisku naggatódnini, sum seinastu tíðina hevur eyðkent viðurskiftini Føroyar og Danmarkar ímillum.

 

Hetta kann gerast við einum aktivum umboð á Fólkatingi. Einum umboð, sum hevur sum høvuðsendamál at greiða dønum frá føroyskum samfelagsviðurskiftum og føroyska fólkaynskinum um broytingar í politisku og rættarligu viðurskiftunum landanna millum.

Vit fara ikki at draga heimligu trupulleikarnar og ósemjurnar inn á Fólkating. Men í staðin fara vit at brúka røðarapallin á Fólkatingi til at fáa loyst trupulleikar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Vit eru sannførd um, at uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg er besti hátturin at fáa broytt ríkisrættarligu viðurskiftini. Tí fara vit á Fólkatingi at nýta orku til at greiða dønum frá innihaldinum í uppskotinum um sjálvstýrislóg.

Sjálvstýrislógin skal greitt áseta, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt land, og hon skal tryggja føroyska lóggávuvaldinum og fyrisitingini fult málsræði. Harafturat skal sjálvstýrislógin tryggja, at ongar avmarkingar vera fyri, hvørji málsøki føroyskir myndugleikar kunnnu yvirtaka.

Tað er í Føroyum - hjá føroyska Løgtinginum - at avgerðarætturin fyri allar heimligar spurningar skal liggja. Hetta er Javnaðarflokkurin sannførdur um. Og hesum fer Javnaðarflokkurin at virka fyri á Fólkatingi. Vit halda ikki, at fólkatingssessurin er ein forðing fyri føroyska sjálvsavgerðarrættinum, heldur tvørturímóti.