Klokkan 23:38 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein maður varð funnin í miðbýnum í Havn uttan vit og eftir øllum at døma niðursligin.
– Vit halda, at hann hevur verið fyri harðskapi á onkrum slag, men vit vita ikki, tí hann var ikki førur fyri at siga nakað sum helst, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Hann var funnin í Sverrisgøtu nærindis skeinkistaðnum Tórshøll.
– Um fólk hava verið har á leiðini og hava sæð eitthvørt, so vilja vit fegin frætta, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Maðurin varð innlagdur á Landssjúkrahúsið, og løgreglan fer at tosa við hann í dag fyri at greiða málið.