- Vit skapa ikki nóg nógv

Miðvallarin hjá B36, Mikkjal Thomassen, var als ikki nøgdur við avrikið hjá B36 á Tvøroyri. Hann helt eftir dystn, at higartil í ár hevur B36 ikki megnað at skapa nóg nógvar málmøguleikar móti liðum, ið standa kompakt afturi á vøllinum.
- Vit noyðast at taka í egnan barm og ásanna, at vit ikki hava dugað nóg væl higartil. Tað vísir seg, at tá ið vit spæla móti liðum, sum eisini hava hug til at spæla, so er tað heilt øðrvísi. Tá ið vit til dømis spældu móti Skála í steypakappingini, høvdu skálamenn eisini hug at spæla fótbólt, og so lá væl fyri hjá okkum. Móti TB fáa vit ongantíð spælið at koyra, og vit megna ongantíð at spæla teir út, greiðir Mikkjal Thomassen frá.
Sjálvur heldur Mikkjal Thomassen, at í dystunum móti bæði TB og NSÍ valdu mótstøðuliðini at dúva upp á kontraálop og langar bóltar úr verjuni niðan í álopið, soleiðis at tað ongantíð bleiv tað stóra spælið á miðvøllinum, og at hetta tykist verða eitt effektivt vápn móti B36.