-Ikki væntað so hvassa framseting

Løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, var saman við Jóannesi Ejdesgaard annar av andstøðuleiðarunum, tá landsstýrið í 2000 samráddust við danir. Edmund heldur, at filmurin var góður, og at hann lýsir væl fólkið, og hvussu vandamikið tað er at lata politikkarar spæla við framtíðini hjá einum fólki.
Hann metir, at filmurin lýsir danir at vera hástórar yvirfyri føroyingum, og filmurin als ikki tekur nóg stóra hædd fyri ,at í Føroyum er ein stórur partur av fólkinum, ið ikki ynskir seg úr ríkisfelagskapinum.
Edmund er eisini av teirri áskoðan, at filmurin er kliptur soleiðis, at mótsetningar millum føroyingar og danir eru alt ov hvassir settir upp, hóast veruliga myndin sær øðrvísi út.
Spurdur um hann væntar, at nakað kjak fer at standa av filminum, svarar løgtingsmaðurin, at hann verður ikki tikin av bóli, um so verður.
? Vit sum hava verið í politikki í langa tíð, vita, at tað sum kann brúkast politiskt verður eisini nýtt, men spurningurin er bara um filmurin kann nýtast til nakað, tí filmurin fór fram í einari aðrari tíð, og politiska støðan er ein onnur í dag, sigur Edmund Joensen at enda.