Ísrael
Árni Joensen:
Í fyrsta umfari ruddaðu hermenninir ávaringarstøðir og annað hjá niðursetumonnunum, men samstundis kunngjørdi herleiðslan, at teir næstu dagarnar fáa fleiri niðursetufólk boð um at flyta burtur.Gera tey tað ikki við góðum, verða tey flutt við makt, segði herleiðslan.
Altjóða samfelagið sigur allar tær jødisku niðursetubygdirnar vera ólógligar, men kortini hevur ísraelska stjórnin góðkent 145 slíkar bygdir. Sambært friðarætlanini skulu ísraelsmenn flytast burtur úr øllum niðursetubygdunum, og palestinsku myndugleikarnir eru ikki nøgdir við tað, sum ísraelska stjórnin higartil hevur gjørt. Teir halda, at ísraelsku myndug-leikarnir ætla sær bert at tøma hakrar ávaringarstøðir og at flyta tey, sum búgva í húsvognum, meðan hini sleppa at verða verandi.
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, sigur seg tó vera nøgdan við, at Ísrael í hvussu er hevur tikið tað fyrsta stigið, og fyrradagin rósti hann bæði Ariel Sharon og Mahmoud Abbas fyri at halda friðarætlanina.
Palestinski forsætisráðharrin segði annan hvítu-sunnudag, at hann ætlar sær at halda fram við royndini at fáa teir víðgongdu palestinsku bólkarnar at semjast um eina vápnahvíld fyri at fáa enda á ófriðinum.









