Fær viðferð sum krígsfangi

Saddam Hussein verður mettur sum krígsfangi samabært Geneve-sáttmálunum, sigur amerikanski verjumálaráðharrin

Saddam Hussein var ikki meiri enn tikin, tá amerikanski forsetin, George W. Bush, kunngjørdi, at gamli irakski leiðarin verður drigin til svars fyri gerðir sínar. Men hann vildi ikki siga, nær og hvar tað verður gjørt.
Stutt eftir segði Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, at Saddam Hussein verður mettur sum krígs-fangi, og at hann fær ta viðferð, sum ásett er í Geneve-sáttmálunum um krígsfangar. Um tað merkir, at hann formliga verður skrásettur sum krígsfangi, vildi ráðharrin ikki siga.
Irakska stjórnarráðið í Bagdad krevur gamla einaræðisharran fyri ein krígsbrotsmannadómstól, sum ráðið ætlar at skipa. Abdel Aziz al-Hakim, sum er formaður í stjórnarráðnum, segði í París sunnukvøldið, at irakar skulu sjálvir døma Saddam Hussein.
Men altjóða serfrøðingar í revsirætti ivast í, um ein nýskipaður irakskur krígsbrotsmannadómstólur hevur tað neyðuga løgfrøðiliga grundstøðið, og at dómar-arnir kunnu metast at vera óheftir.
Bretska stjórnin gjørdi longu sunnudagin vart við, at hon góðtekur ikki, at Saddam Hussein verður dømdur til deyða.
Einstakir evropeiskir politikarar hava skotið upp, at Saddam Hussein kemur fyri altjóða krígsbrotsmannadómstólin í Haag, men tað verður ikki hildið, at amerikanararnir fara at góðtaka tað.