Royndasti leikarin hjá steypavinnarunum úr B36 er uttan iva Jens Kristian Hansen. Tað var eisini hann, sum syrgdi fyri einasta málinum í dystinum, men sjálvur helt landsliðsmaðurin ikki, at hetta hevði nakað við royndirnar at gera.
- Tað veit eg ikki. Tað er altíð gott at skjóta mál. At tað so er til 1-0 í eini steypafinalu, ger tað ikki verri. Tá verður tað enn meira hugaligt, segði Jens Kristian sjálvur eftir dystin.
Týdningarmikil
Hetta við at skjóta týdningarmikil mál er annars ikki nakað fremman fyri Jens Kristian. B36 viðhaldsfólkini minnast ivaleyst, at tað millum annað var einum máli frá honum fyri at takka, at árstalsfelagið í 1997 kundi gerast føroyameistari í Vági. Spurdur um hetta ikki kann hava nakað við týdningin av royndum at gera, er málskjúttin tó ikki so vísur.
- Sjálvandi er tað deiligt at skjóta slík mál, men tað hevur ikki so nógv við hatta at gera. Mann roynir bara at vera á staðnum, og so smekka til, um møguleikin er til staðar, sigur Jens Kristian Hansen at enda.










