Avgerðin verður altíð politisk

Sjúður Skaale skrivaði í Sosialinum leygardagin, at tað ber altíð til hjá politikarum at bíleggja sær politisk argument frá einum advokati, og at hesir hava fingið einarætt upp á sannleikan í føroyskum politikki. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur hinvegin, at í síðsta enda verður tað altíð ein politisk avgerð, sum verður tikin.

- Tað má liggja á einum hvørjum politikara í síðsta enda at taka eina rationella avgerð í einum máli. Men eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at ein løgtingsnevnd til dømis biður um metingar frá serfrøðingum undir málsviðgerðini. Tað er til dømis púra vanligt, at nevndarlimir í Løgtinginum fáa úttalilsir frá serfrøðingum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
- Tað er jú bara í tilgongdini, at mann vil hava málið lýst. Í síðsta enda verður tað jú ein politisk avgerð, sum verður tikin. Alt skal sjálvandi vera við máta. Um bureaukratar fáa ov stórt vald, so er tað bara tekin um, at mann hevur ov veikar politikarar. Tað dugi eg ikki at síggja, at vit hava í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

--

Myndatekstur: Stjórnmálafrøðingurin Sjúrður Skaale finst at, at politikarar í ov stóran mun bíleggja notatir frá advokatum við løgfrøðiligum argumentum til brúk í politiska retorikkinum, og at hesir advokatar nærum hava patent upp á sannleikan. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur, at tað er onki forgjørt í at biðja um metingar frá serfrøðingum

Mynd: Jens Kr. Vang