POLITIKKUR
? Er ætlanin framvegis at flyta Stuðulsstovnin.
Hendan spurningin vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hava landsstýrismannin í undirvísingarmálum, Óla Holm, at svara.
Kári P. Højgaard spyr víðari, at um so er, er so framvegis talan um at flyta hann til Rúnavíkar? Hann vil hava at vita, hvussu langt hetta málið er komið.
Tað var ein av seinastu døgunum, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Tórbjørn Jacobsen, sat í landsstýrissessinum, at hann boðaði frá, at ætlanin var at flyta Stuðulsstovnin úr Havnini inn í Eysturoynna.
? Sum tað skiltist á landsstýrismanninu, so var ætlanin, at heimstaður Stuðulsstovnsins í framtíðini skuldi verða í Runavík, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir á, at hetta var liður í politikkinum at breiða ein part av almennu umsitingini út um landið. Landsstýrismaðurin undirbygdi uppskot sítt við tí sannroynd, at talan ikki var umstovn, har borgarin kom so nógv á gátt, men at samskifti í flestu førum fór fram yvir telefon ella annan elektroniskan miðil.
? Nýggjur landsstýrismaður er í undirvísingarmálum, tí verður hesin spurningur settur fram, sigur Kári P. Højgaard.










