bestu dagar, tú hevði livað,- at hetta bar til at syngja so væl, visti fáur í bygdini. Var sangverðin so sterk og so stór, at maður kundi syngjað so væl saman við kóri og undirspæli? Hetta rakk langt í huganum [...] kríllinum. Tær gera mannin í so máta ikki eldri. Nei heldur tað, at tað er ein sjarma meira, og minni er at kemba. Tú ert so "streymlinjaður" sum fáur, og ikki sum eg veit um, hevur skammlop verið í tíni [...] Ikki vardi tað meg, at tú vart komin so langt upp í árini. - Speglið er ikki, tað tað hevur verið,- kanst tú siga, men sigur speglið tær tað, so er sannleikin ein annar. Nei Poul Jacob! Tú ert eins fattur
, varð eitt ynski um hesu eini ferðina um ári at rista gerandisdagin burtur av sær, at sleppa undan at hugsa um allar dagligu skyldir, og hava tað stuttligt saman við øðrum. Takk tit ið lýddu á, vágbingar [...] túsundtals føroyingar máttu av landinum fyri at lívbjarga sær. Og eisini hesa ferð fingu vit hetjur. Fólk, ið so ella so áttu sín leiklut í, at samfelagið, eftir vitleysu fíggjarligu framferðina í áttatiárunum [...] viðføri enn eina milliónaskuld, men fólk, ið vóru betri fyri, fingu húsini fyri lítið og lætt. Tey ríku øktu sær um ognina og tey fátøku um skuldina. Eftir kreppuna í nítiárunum varð, sum rætt var, farið
Eg stóð heilt tætt við, og har var ikki talan um togan í troyggjuna. Vit eru sera harmir um, at hatta skuldi vera alt avgerandi. Men tá tað er sagt, so mugu vit ásanna, at vit kunnu ikki fara aðra staðni [...] hevur verið spælt um síðani 1999. Liðformaðurin hjá HB, Rúni Nolsøe, er vónbrotin, og hann heldur, at hann og hansara bara kunnu takka sær sjálvum fyri, at teir ikki vunnu. ? Teir fingu sigursmálið við [...] undirmannaðir í ein hálvan hálvleik, og tað áttu vit at fingið gagn av, heldur Rúni Nolsøe. Hví gjørdu tit tað so ikki kortini? ? Allir spælararnir vóru uppsettir til finaluna, men tað sást ikki á avrikinum, serliga
tíðir fara somuleiðis at hava ættarlið, ið økja um tilverunnar dýrgripir - helst við enn størri ferð. At leita, hugsa og granska verða vit ongantíð liðug við. "Um Gud stóð við sannleikanum í sínari høgru hond [...] Síðani ta ferðina, Gud frá upphavi beyð tey fyrstu menniskjuni um at uppfylla jørðina og leggja hana undir seg, hava menniskju nátt størri og størri málum. Hvørt stig á vísdómsleið leiðir alsamt til tað [...] hond og menniskjunnar ævigu leitan í vinstru, so hevði eg valgt vinstru hond", skal ein vísmaður hava sagt. Við dugnasemi og uppfinnsemi hava vit rokkið høgum lívskorum. Men strembanin hevur eisini havt
verða sinnaðar at taka lut í kappingini, so fara vit at kanna tann spurningin. Og um vit fáa eitt positivt svar frá UEFA, so fara vit heilt víst at viðgera spurningin um at bjóða okkum fram sum vertir, sigur [...] Eg havi lisið Sosialin á internetinum her yviri, og tað er rætt, sum tit staðfesta, at um okkara megna at ríða á aldukambinum, so er lagt upp til nakrar heimadystir, sum kunnu geva góðar inntøkur, sigur [...] vertur, sigur Gestur Hovgaard. Hvat hugsar tú um? ? Fyrst og fremst vallarumstøðurnar. Um KÍ skal vera vertur í altjóða kapping, har fleiri feløg taka lut, so hevði tað ikki verið rímuligt, at dystirnir
enn Martin, um hálvtannað ár, so gjørdust teir bestu vinmenn. Kemiin hóskaði. Báðir flogklókir. Avbera skemtingarsamir. Kjarnin var oftani í tí ósagda. Speiskir. Hendinga vertskapsmenn. Og so hekk eitthvørt [...] eitt skifti. Hetta var um tað mundið tá ið býráðsfundir gjørdust almennir. Og tá ið onki annað var fyri hondina, so sótu vit á áskoðaraplássunum. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvør ið skapti áhugan fyri [...] januar dag í 1985, var komið fram at mørkum, har mannamegin munar so lítið. Vit lógu á vánni í Mersin í Turkalandi, tá ið feigdarboðini komu um Pól. Tá ið einaferð var komið heimaftur til landa, vildi Martin
var ikki so nógv at ivast í hjá sær, tá hann fekk hendan møguleikan. - Eg segði sjálvandi ja, tá FSF spurdi, um eg á nakran hátt var áhugaður í starvinum, so vit fingu okkum eitt gott prát um, hvørji ynski [...] gamal, og hóast eg eisini havi eina útbúgving, so er hendan tikin á skrivstovuni hjá Lyngby, so har hevur alt snúð seg um fótbóltin, leggur hann fyri. - So tað lág beint til høgra-beinið, at eg skuldi halda [...] men tað var so ikki tað, um lág fremst í mínum hugaheimið. Eg síggi tað fyrst og fremst sum eina stóra avbjóðing at vera landsliðsvenjari. Fyri tað fyrsta, so er talið av londum sjálvandi so avmarkað, at
hvussu sjáldan hesir loysa frá landi, kann tað tykjast løgið, at so nógv tíð og so nógvur peningur verður nýttur til nakað, sum gevur so lítið fíggjarligt íkast. Ivaleyst hugsa flestu kvinnur, sum varða [...] áin við sær ber um fjalladal. Men meðan líðin elur seyð og havið fisk, So fæst við Guds hjálp dagligt breyð á føroyings disk. Gud signi mítt føðiland Føroyar. - Hesar reglur siga nógv um, hvørjar lívstreytir [...] vígslurøðuna. Hann vísti á, at tað grør um gangandi fót í Runavíkar kommunu. - Tað er ikki langt síðan, vit tóku nýggja havnalagið við Kongshavn í nýtslu, og nú er tað so henda nýggja atløgubryggjan her inni
Og so haldi eg, at tað er hugaligt, at fø'royska liðið spældi seg til tað, sum teir fingu. Áður hava teir fyri tað mesta strítt seg til onkran javnleikin, men hesa ferð spældu teir. Hvat siga tit so um [...] um dystin í Hanover 16. oktober? ? Eingin ivi er um, at áhugin fyri tí dystinum er øktur nógv, eftir at týskarar í dag hava sæð føroyska liðið. Um tað vóru nøkur atgongumerki eftir undan hesum dystinum [...] nógv ár, og báðir vistu teir væl meiri um føroyska landsliðið, enn tað kanska kann roknast við, at tey gera úti í stóru verð. ? Eg havi ikki sæð skotar spælt so vánaliga nakrantíð fyrr. Berti Vogts segði
heldur verið so, at spælararnir fingu royndirnar í felagi sínum, og síðani komu á landsliðið. Annars snýr størsti parturin av greinini hjá Vogts seg um, hví hann hevði tikið liðið út, so sum hann gjørdi [...] har hann ikki sigur seg hava fingið ført síni sjónarmið fram. Um sjálvan dystin sigur hann eins og áður, at hann framvegis ikki er greiður um, hví skotska liðið spældi, sum tað gjørdi, fyrstu trý korterini [...] kann henda, tá tú spælir við nógvum ungum og óroyndum leikarum, men tað fær ikki meg at broyta áskoðan um, at tað er neyðugt við eini stórari útskifting á skotska landsliðnum. Ein útskifting, sum skuldi verið