Vogts kemur við frágreiðing

Skotski landsliðsvenjarin kennir seg noyddan at koma við skrivligum innleggi í skotskum bløðum, so hann kann greiða frá truplu støðu sínari

Landsdysturin

Eftir at hava hugt nakrar ferðir at sjónbandinum av landsdystinum á Svangaskarði, hevur Berti Vogts nú endiliga loyst frá posabandinum. Fyrst og fremst er hetta gjørt, tí hann kennir seg illa viðfarna í skotsku miðlunum, har hann ikki sigur seg hava fingið ført síni sjónarmið fram.
Um sjálvan dystin sigur hann eins og áður, at hann framvegis ikki er greiður um, hví skotska liðið spældi, sum tað gjørdi, fyrstu trý korterini av dystinum móti Føroyum.
- Hetta er tað, sum kann henda, tá tú spælir við nógvum ungum og óroyndum leikarum, men tað fær ikki meg at broyta áskoðan um, at tað er neyðugt við eini stórari útskifting á skotska landsliðnum. Ein útskifting, sum skuldi verið gjørd leypandi, men sum ongan tíð varð gjørt.

Fimm í verjuna
Víðari skrivar Berti Vogts, at hann heldur skotsku miðlarnar vera óvanliga stuttmintar, tí tá hann tók við sum venjari, var tað mest sum eitt krav, at nú skuldu allir teir gomlu leikararnir, sum høvdu verið við alt ov leingi, skiftast út.
- Tit kunnu ikki rokna við, at alt bara riggar frá fyrsta degi. Mín trupulleiki er, at skotskir leikarar ikki verða nýttir nóg nógv í skotskum og bretskum fótbólti. Ístaðin verða teir vandir við altjóða fótbólt á landsliðnum, og tað er skeivi vegurin at fara. Tað skuldi heldur verið so, at spælararnir fingu royndirnar í felagi sínum, og síðani komu á landsliðið.
Annars snýr størsti parturin av greinini hjá Vogts seg um, hví hann hevði tikið liðið út, so sum hann gjørdi, og yvir høvur tykist hann halda hondina yvir sínum leikarum, tó at hann sigur, at har vóru ein ella tveir, sum prógvaðu, at teir ikki eru nóg góðir til landsliðið.
Fyri føroyingar er kanska stuttligt at síggja, at Vogts á Svangaskarði hevði styrkt eitt sindur um verjupartin, men at hann nú viðgongur, at hesin parturin kanska skuldi verið styrktur enn meira.
- Mín ætlan hevur alla tíðina verið, at vit skulu spæla við trimum í verjuni. Móti Føroyum hevði eg tó valt at spæla við fýra, so vandin fyri kostnaðarmilum mistøkum skuldi minka. Í bakspeglinum síggi eg, at hetta ikki var nóg mikið, men hvør av okkum vildi trúð undan dystinum, at tað skuldi verið neyðugt at spælt við fimm monnum í verjuni, til tess at halda føroyska álopsspælinum burturi, sigur Berti Vogts at enda í grein sínari.
Greinin kann lesast í fullum líki á slóðini, www.dailyrecord.so.uk/sport