Landsliðsvenjarin
Tað var eingin ókendur maður, sum FSF fekk at taka sær av føroyska landsliðnum, tá tað loksins gjørdist greitt, at nú varð ein nýggjur venjari settur.
Henrik Larsen, ella »Store« sum danir plaga at rópa hann, taldist í fleiri ár millum bestu fótbóltsleikararnar í Danmark, og hann fekk av álvara sligið navn sítt fast, tá hann saman við donsku landsliðsfeløgunum tók allar fótbóltsserfrøðingar á bóli við EM-sigrinum hjá Danmark. Millum annað grundað á tey trý málini hjá Henrik Larsen, sum gjørdu hann til EM-toppskjútta saman við týska Karl-Heinz Riedle.
Beint fram
Sum fótbóltsleikari taldist hann undan hesum millum teir mest navnframu, og hann var heldur ikki ein teirra, sum sýndi størstu teknisku dygdirnar á vøllinum. Hinvegin hevði hann eitt stríðsvilja sum fáur, og yvirhøvur var tað mest sum beint frameftir hjá honum. Líka mikið um mótstøðuliðini vóru lítlu Føroyar ella stóra Vesturtýskland, so spældi hann sítt spæl, og onkursvegna tykist hann eisini vera soleiðis sum persónur.
Har er einki stórvegis tvætl. Við sínum sjarmerandi framferðarhátti gongur hann í fólk við tuflunum á, sum danir vildu tikið til, og soleiðis var eisini, tá Sosialurin hittið hann eftir fyrstu venjingarnar mikudagin. Upprunaliga var avtalan annars, at samrøðan skuldi gerast týskvøldið, men nú útsetti dysturin millum B68 og B36 forðaði teirri ætlanini, so tóktist tað kortini ikki at nerva venjaran, at samrøðan varð gjørd millum báðar mikudagsvenjingarnar hjá landsliðnum. Tveir tímar, sum annars plaga at vera friðhalgaðir hjá landsliðnum.
Altíð livað við bóltinum
At fyrrverandi danski yrkisleikarin gjørdi av at gerast venjari, tykist á ongan hátt at vera tilvildarligt. Í øllum førum sigur hann, at hann altíð hevði ætlanir um at starvast innan fótbóltin, tá aktivu dagarnir vóru runnir.
-Tað er í øllum førum nakað, sum eg hugsaði nógv um. Alt lívið hjá mær hevur sum so snarað við bóltinum. Síðani eg var fýra ára gamal havi eg spælt fótbólt. Eg kom á U-landsliðið sum fimtan ára gamal, og hóast eg eisini havi eina útbúgving, so er hendan tikin á skrivstovuni hjá Lyngby, so har hevur alt snúð seg um fótbóltin, leggur hann fyri.
- So tað lág beint til høgra-beinið, at eg skuldi halda fram innan fyri fótbóltin, tó at eg ikki visti, akkurát hvussu hetta skuldi gerast. At gerast venjari var so sjálvandi ein møguleiki, so eg helt við mær sjálvum, at tað kundi eg sjálvandi royna.
Mátti taka av
Venjarayrkið byrjaði í FCK, har hann gjørdist hjálparvenjari hjá Kim Brink, umframt at hann tók danska venjaraskeiðið fyri elituleikarar. Og fyri tveimum árum síðani gjørdist hann so venjari í Ølstykke, sum hann í fjør førdi upp í næstbestu donsku deildina.
Í vár gjørdist tó greitt, at Henrik Larsen ikki fór at standa við stýrisvølin hjá liðnum eftir uppflytingina. Føroyska fótbóltssambandið hevði tá sett seg í samband við hann, og sjálvur sigur hann, at tað var ikki so nógv at ivast í hjá sær, tá hann fekk hendan møguleikan.
- Eg segði sjálvandi ja, tá FSF spurdi, um eg á nakran hátt var áhugaður í starvinum, so vit fingu okkum eitt gott prát um, hvørji ynski teir høvdu, og hvørjar tankar eg gjørdi mær um eitt slíkt starv.
Men er tað ikki eisini soleiðis, at tað er lættari at skapa sær eitt navn sum landsliðsvenjari ? eisini hjá eini smátjóð - enn tá tú ert venjari í næstbestu donsku deildini?
- Tað kann vera, men tað var so ikki tað, um lág fremst í mínum hugaheimið. Eg síggi tað fyrst og fremst sum eina stóra avbjóðing at vera landsliðsvenjari. Fyri tað fyrsta, so er talið av londum sjálvandi so avmarkað, at tað ikki er serliga ofta, at tú kanst fáa eitt slíkt tilboð.
- Tí var eg sjálvandi bæði fegin og errin um at fáa hendan møguleikan. Sjálvandi kundi eg valt at arbeitt víðari við liðnum, sum eg hevði í Ølstykke, men hvør veit. Kanska hevði møguleikin komið aftur um 20 ár og kanska ongantíð, so tá alt kom til stykkis, so var talan um eina lætta avgerð.
Tað verður ofta sagt, at ein av vansunum við at vera landsliðsvenjari er, at tú ikki hevur so nógva tíð saman við leikarunum, og tískil ikki fært sett títt eyðkenni á liðið.
Henrik Larsen ásannar sjálvandi, at nakað er um hetta, men hinvegin heldur hann so nógvar aðrar fyrimunir vera við hesum, at tað væl og virðiliga uppvigar vansarnar.
- Sum landsliðsvenjari er trýstið jú nógv størri. Alt landið fylgir í smálutum við, hvussu alt spælir av, og so haldi eg tað eisini vera ótrúliga spennandi, at tú sum landsliðsvenjari kann seta liðið, akkurát sum tú vilt hava tað. Tá fært tú teir 18 leikararnar, sum tú heldur vera bestar í landinum, meðan tú í einum felag ofta mást taka til takkar við tí tilfarinum, sum er tøkt.
Skulu verja í økjum
Hóast hann sostatt ikki ivaðist nakað serligt, tá hann fekk starvið boðið, so ásannar landsliðsvenjarin, at hann ikki hevði nakran stórvegis kunnleika til føroyskan fótbólt, tá hann tók við starvinum.
- Sjálvandi hevði eg spælt ímóti Føroyum tíðliga í 90?unum, men tað var sum so eisini tað einasta. Og lat meg alt fyri eitt siga, at tað eru stór framstig gjørd síðani tá. Tit hava veruliga gjørt eitt stórt arbeiði her uppi fyri at menna fótbóltin, og tað menningina vóni eg so at vera við til at betra.
Eitt tað fyrsta, sum Henrik Larsen segði, tá hann gjørdist landsliðsvenjari, var, at nú skuldi spæliætlanin hjá liðnum broytast. Heldur enn at spæla við vanliga 3-manna miðverjuni, skuldi talan nú vera um eina verjuketu við fýra leikarum, og hetta tykist á ongan hátt vera nakað, sum hann hevur ætlanir um at sleppa.
- Hvørt tað verður 4-4-2, 4-5-1 ella 4-3-3 veldst um, hvør mótstøðan er, men tað verður so altíð við fýra bakspælarunum. Eg haldi tað í øllum førum vera meira praktiskt, at spælararnir verja í økjum, heldur enn at renna runt á vøllinum eftir hvør sínum manni.
Og er tað ikki eisini so, at tú við fýra leikarum hevur møguleika at flyta bóltin longur niðan á vøllin?
- Sjálvandi er tað eisini eitt endamál. Nú havi eg sjálvandi ikki sæð so nógvar dystir hjá liðnum, men ætlanin er so, at vit í størri mun skulu varðveita bóltin, og ikki bara hugsa um verjupartin í 90 minuttir. Tað havi eg so ongan tíð hildið, at tú kanst vinna nakran fótbóltsdyst uppá.
Hóast nøkur av liðiunum í Føroyum vanliga spæla við fýra monnum í verjuni, so hevur tað í mong ár verið so, at flestu liðini hava spælt við tveimum uppdekkarum og einum sweepara, men landsliðsvenjarin metir tó ikki, at hetta er nakar stórvegis trupulleiki.
- Fyrst og fremst haldi eg, at spælararnir eru somikið klókir, at teir væl megna at umstilla seg til hetta, og tað eru so hóast alt eisini nøkur lið, sum spæla við fýra í verjuni. Í øllum førum fara vit á landsliðnum at arbeiða víðari við fýra-manna verjuni, og so mugu vit bara vóna, at nakrir av venjarunum í ymsu feløgunum eisini taka undir við hesum.
- Nei, tað verður so sjálvandi upp til ymsu venjararnar, hvussu teir velja at spæla, men mín fatan er so, at tað er meira mennandi fyri leikararnar at verja økir, heldur enn mann til mann.
Kann gerast spennandi
Um bólkin, sum Føroyar komu í til inniverandi EM-undankapping, ásannar venjarin, at talan sjálvandi verður um truplar uppgávur hjá føroyska landsliðnum, men hann heldur samstundis, at talan er um nakrar sera spennandi avbjóðingar.
- Týskarar eru jú varaheimsmeistarar, so tað sigur seg sjálvt, at tað verður ein sera trupul uppgáva. Mín fatan er tó framvegis, at um vit spæla upp til okkara besat móti Skotlandi, Litava og Íslandi, so kunnu vit gott kappast við hesi londini í einstøku dystunum, og møguliga eisini vinna onkrar av hesum dystunum.
Nú er sjálvandi avmarkað, hvørjar royndir »stóri« hevur fingið við føroyska landsliðnum. Higartil hevur talan bert verið um tann eina landsdystin, og tí er torført at fáa nakað greitt svar, tá spurt verður um, hvørjar lutir hann serliga ætlar sær at arbeiða við og betra.
- Nú er tað sjálvandi so, at vit fara undir nakrar dystir, har ein EM-luttøka stendur upp á spæl, so tað verður ikki fyri at eksperimentera, at vit fara á vøllin. Tá vit fara á vøllin, so er tað fyri at vinna, og so mugu vit royna at laga okkara lið til einstøku mótstøðuliðini. Tað er jú ikki víst, at tað eru somu lutir, sum vit leggja dent á móti eitt nú Skotlandi ella Danmark, so akkurát hvat vit arbeiða við, fer sjálvandi at skifta frá dysti til dyst.
Plagi at vinna
Fyrsta veruliga uppgávan er nú leygardagin móti skotum, og tá vit at enda koma inn á hetta, tykist venjarin at hava heilt góðar vónir.
- Nu havi eg sjálvandi hugt væl og virðiliga eftir dystinum hjá teimum móti dønum, og har vóru avgjørt nakrir veikleikar, sum vit skulu royna at gera okkum dælt av. Sjálvandi kann tað vera, at teir hava broytt nakað, men í sjálvum uppspælinum kann eg ikki ímynda mær, at tað fer at verða øðrvísi, enn tað vanliga er, sigur hann, og sipar her til sonevnda kick?n rush, sum bretsk lið eru tiltikin fyri.
- Hvørt tað so verður við 3-5-2 ella 4-4-2 at teir spæla, eri eg ikki greiður um, men vit mugu so bara vera fyrireikaðir til bæði.
Men eitt stendur so greitt. Henrik Larsen og Berti Vogts hava áður dystast, og ta ferðina, at veruliga ráddi um at vinna, var tað »stóri«, sum varð tann størri.
- Ja, eg plagi jú at vinna á honum, tá nakað stendur upp á spæl, og tað hevði í øllum førum verið stuttligt, um hetta verður endurtikið leygardagin, sigur Henrik Larsen at enda.