Her eru enn góð vinnulívsfólk

RøÐa á jóansøku

Gott kvøld, kæru vágbingar, kæru suðringar, kæru jóansøkugestir og vælkomin til jóansøkuhald her í Vági.
Hóast gingin er útvið hálvari øld, síðani tú flutti hiðani úr bygdini, so kenst tað, hvørja ferð tú vitjar aftur, sum at vera komin aftur á gamlar steinar. Her eigur tú so mong sporini, her vakst tú upp, her gekst tú í skúla, og her stóðst tú í læru.
Tann, ið er vaksin upp við Krosslið og í Toftum og gingið í skúla á Oyralagi, hevur hvønn dag ferðast um stóran partin av bygdini, og kennir hana tí sera væl.
Tær rennur í hug tær mongu ríku løturnar á Toftadunga, ella tá vit vetrardagar skreiddu á vatninum, á skoytum í brøttu brekkunum og á skíum uppi í Toftaryggjum og ikki minst tá vit marcheraðu runt og sungu um Toftasoldatar.
Tá vit sum stórir smádreingir fiskaðu kúving og avreiddu fyri fimm krónur spannina. Tað var annars størsta spann, eg havi sæð. Eg minnist, tá vit ljósu summarkvøldini vóru í fjørðinum og onkuntíð í góðveðrinum gloymdu okkum burtur, so fólk komu at leita.
Fyri útvið hálvtannað hundrað árum síðani broyttist samfelagið til eitt fiskivinnusamfelag, og hundrað næstu árini, mentist vinnulívið í stórum, kanska eina mest í Suðuroynni.
Men fyritaksemi í Suðuroynni er nógv eldri enn so. Fyri útvið tveyhundrað árum síðani, og tað er meira enn fimmti ár fyri at kongaligi handilin gavst við virksemi sínum, keyptu millum aðrar toftabóndin og gjørðabóndin bretska skipið Sally & Polly, sum ein vetur hevði staðið á hvalbiarsandi. Teir sleipaðu skipið suður til Vágs, drógu tað upp á Fløtuni Fríðu, umvældu tað og kolfatraðu tað av nýggjum. Teir róptu skipið Royndina Fríðu, sum millum annað varð nýtt til uttanlandssigling við Nólsoyar-Poul sum skipara.
Tá sagt verður, at vøggan hjá vinnulívinum í Føroyum stóð í Suðuroynni, var hetta ikki minst galdandi fyri Vág. Longu minni enn fjøruti ár eftir at Eddison hevði gjørt heimsins fyrsta elektricitetsverk, og minni enn tríati ár eftir at Keypmannahavn hevði fingið sítt fyrsta verk, høvdu vágbingar gjørt sítt egna elektricitetsverk, verkið í Botni.
Hetta tiltak broytti ikki einans fyritreytirnar fyri vinnulívinum, men gav tí heilt nýggjar møguleikar, sum ikki høvdu verið frammanundan, umframt at geva fólki hentleikar, ið gjørdi lívið hjá tí einstaka lættari.
Men ringar tíðir hava eisini verið. Í tríatiárunum fóru nógvar fyritøkur av knóranum, ikki tí at ov lítið varð fiskað, skipini lógu á fjørðinum full av fiski, men vánaligi heimsbúskapurin gjørdi, at eingin tordi at keypa fisk. Tað vóru fyritøkur í Føroyum; sum tá bjargaðu sær undan húsagangi við at gera sína egnu peningaskipan. Aðrastaðni verða menn revsaðir fyri tílíkt, men í Føroyum reisa vit teimum minnisvarðar. Ilt er tó at meta um, hvussu samfelagið hevði sæð út uttan hesar menn.
Kreppuna í fimtiárunum, ið gjørdi at ein stórur partur av okkara vinnuføra fólki mátti av landinum at vinna sær til lívsins uppihald, høvdu vit ivaleyst skyldina av sjálvi. Tað vóru eisini teir, ið tá máttu taka ábyrgdina av tí, sum var farið fram.
Heldur ikki man nógv vera at ivast í, at vit sjálvi høvdu ábyrgdina av kreppuni í nítárunum, tá føroyska samfelagið fór í fíggjarligt og moralskt forfall, tá túsundtals føroyingar máttu av landinum fyri at lívbjarga sær. Og eisini hesa ferð fingu vit hetjur. Fólk, ið so ella so áttu sín leiklut í, at samfelagið, eftir vitleysu fíggjarligu framferðina í áttatiárunum, kollsigldi, situr nú í almennum álitisstørvum.
Moralsku niðurgangs-tíðirnar í áttatiárunum við sínum skilaloysi og ábyrgdarloysi kostaði samfelagnum dýrt. Landskassin bjargaði bankunum, og soleiðis pengunum hjá nøkrum fáum, men hjá teimum, sum mistu hús og heim, tí tey gjørdust arbeiðsleys, var tað ein vanlukka.
Fólk fóru av landinum, tí tey høvdu mist alt, og tað vóru tey, ið lítið annað høvdu í viðføri enn eina milliónaskuld, men fólk, ið vóru betri fyri, fingu húsini fyri lítið og lætt. Tey ríku øktu sær um ognina og tey fátøku um skuldina.
Eftir kreppuna í nítiárunum varð, sum rætt var, farið undir at rudda út í stóra yvirkapasitetinum av flakavirkjum í Føroyum, men eg haldi at vit eiga eitt svar til góðar frá teimum, ið tá fingu ábyrgdina av vinnulívinum í Føroyum, um, hví landsins mest modernaða virki, fiskavirkið í Vági, varð stongt, og ikki slapp at halda áfram.
Suðringar hava ikki einans átt góð vinnulívsfólk, teir hava eisini átt og eiga framvegis góð fakfelagsfólk, sum ágrýtin og við hegni hava virkað fyri at løntakarar bæði á sjógvi og landi hava fingið sømilig kor, fakfelagsfólk sum framvegis virka fyri at bøta um livikorini hjá teimum, sum bara hava hendurnar at líta á.
Tað er gleðiligt at síggja at vinnulívið í Suðuroynni og ikki minst í Vági nú aftur stendur í fullum blóma. Tað sigur okkum, at her enn eru góð vinnulívsfólk.
Hetta vikuskiftið er jóansøkuhald í Vági.
Tíðliga í 1920 árunum fóru suðringar at halda jóansøku, sum í fleiri ár var einasta stevna av sínum slag, ið var hildin uttanfyri Havnina. Suðringar, ella nakrir av teimum, fóru til Havnar at halda ólavsøku, men tá í tíðini var tað langt at fara til Havnar, og ferðasambandið var heldur ikki tað, tað er nú. Tí gjørdu teir sína egnu stevnu, ið var hildin á jóansøku, annað hvørt á ár Tvøroyri og annað hvørt í Vági.
Jóansøkan, sum fyrstu 20-30 árini bara varð hildin ein dag, sjálvan jóansøkudag 24. juni, og síðani varð flutt til eitt vikuskifti, varð eitt ynski um hesu eini ferðina um ári at rista gerandisdagin burtur av sær, at sleppa undan at hugsa um allar dagligu skyldir, og hava tað stuttligt saman við øðrum.
Takk tit ið lýddu á, vágbingar, suðringar og jóansøkugestir, og tit útisetar, sum vitja heima, og latið okkum hava upprunaligu ætlanini við jóansøkuni, um saman at hava tað gott, í huga.
Öll góð ynski fyri Vág og Suðuroynna.
Góða jóansøku.