Ikki vardi tað meg, at tú vart komin so langt upp í árini. - Speglið er ikki, tað tað hevur verið,- kanst tú siga, men sigur speglið tær tað, so er sannleikin ein annar. Nei Poul Jacob! Tú ert eins fattur sum í tínum bestu tenortíð, men kanska eru færri strýggjur í kríllinum. Tær gera mannin í so máta ikki eldri. Nei heldur tað, at tað er ein sjarma meira, og minni er at kemba. Tú ert so "streymlinjaður" sum fáur, og ikki sum eg veit um, hevur skammlop verið í tíni atferð. Væl er Jutta farin við tær, og elskulig eru tit bæði í ellini.
Poul Jacob er sangarai av Guðs náði. Meg minnist væl stóru konsertina hjá Fuglafjarðar sangkóri í Fuglafjarðar kirkju jólakvøld 1954, tá ið Poul Jacob sang solo í sálmi Dávids nr. 25 ørindi 7 til 10. Ikki høvdu vit hoyrt slíkan sang í bygdini. Ja, hetta setti so djúp spor í sanggleðina, at børn gingu runt og sungu solina eftir konsertina. Sangurin var fyri einrødd, kór og orgul(klaver). Herluf var væl fyri. Hann hevði verið á DLH 1949/50 og havt Carl Clausen til lærara í sangi og tónleiki. Henda konsert var fyri børnum í smíðstovuni, áðrenn sungið varð í kirkjuni. Børnini fingu ein inngang til hesa fjálgu konsert. Smíðbeinkirnir vórðu fluttir, og stólar settir inn og væl bar til. Eini 25 ár seinni sang sonurin Hannis hesa somu solo.
Enn runga orðini millum Kamb og Blábjørg: Hvør er hesin dýrdarkongur? Harrin veldigur og sterkur, Harrin sterkur í stríðum (ørindi 8 í sama sálmi). Hetta var millum bestu dagar, tú hevði livað,- at hetta bar til at syngja so væl, visti fáur í bygdini. Var sangverðin so sterk og so stór, at maður kundi syngjað so væl saman við kóri og undirspæli? Hetta rakk langt í huganum hjá børnunum, hóast ikki vítt var til veggja og høgt til lofta í smíðstovuni, men tignarliga varð sungið, og goymdu fleiri henda ljóm í sínum hjarta restina av ævini, og enn í dag minnast fólk henda fraga sang hjá Poul Jacob.
Mong yndisljóð eru sungin í farnum døgum, og rennur mær til hugs motettina hjá Knud Jeppesen: Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð! (sálmur Dávids nr. 42 ørindi 2) Ja, nógv vatn er runnið í á síðani hesar dagar, og hesi valaljóð goymir tú innast inni. Tú drekkur sum hjørturin av hesum livandi vatnljómi og hugsar um farna tíð. Tráanin leitar upp eftir fjallasíðunum - upp um Borgina til tann livandi Guð, hann sum goymir at øllum hesum føgru løgum, og har er eftirljóð av einrøddini hjá Poul Jacob - Poul Jacob, elektrikkarinum.
Nógv kundi verið at trivið í. Okkurt er farið í óminni, men datt eg niður á henda streymjaðarin í huga mínum. Poul Jacob! Takk fyri manga sangløtuna og hjartaliga til lukku við teimum áttati árunum Ólavsøkudag.
??????????????????
Frits